Torkil Weihe skrivar súkklusøgu

2016-05-17 10:36 Author image
Dimma

- Hann skrivar ikki bara søgu í Team WeBike CK Aarhus, men eisini føroyska súkklusøgu. Tað er ongantíð fyrr eydnast einum føroyingi at vinna í bestu deildini í Danmark.

Soleiðis staðfestir Gunnar Dahl Olsen, súkklari, á heimasíðuni hjá Tórshavnar súkklufelag.

Um vikuskiftið eydnaðist Torkil Weihe at vinna kappingina í A-bólkinum, sum er sterkasti bólkurin í Danmark. Torkil hevur staðið seg væl í bestu deildini, men hetta er fyrstu ferð, hann hevur vunnið.

Hetta vikuskiftið varð kappast í Jútlandi. Leygardagin í Silkeborg, sunnudagin í Herning og mánadagin var brekkan Pøt Mølle og Hammel á skránni. Tilsamans var hetta 3. umfar í Pinsecuppen.

Tað var næsta dagin í Herning, at tað eydnaðist Torkili Weihe at koyra frá øllum og vinna ein tryggan sigur. Mánadagin kundi hann so eisini fara upp á sigurspallin sum samlaður vinnari av Pinsecuppen.

Torkil hevur sostatt gjørt tað, sum eingin annar føroyskur súkklari hevur gjørt áður – at vinna gull í sterkasta bólkinum í Danmark. Og tað er ikki minni merkisvert, tá havt verður í huga, at Torkil og hansara liðfelagar kappast móti fulltíðar yrkissúkklarum.

- Eg havi næstan ikki orð fyri, hvussu stórt hetta er, sigur venjarin hjá WeBike CK Aarhus, sum Torkil súkklar fyri.

Torkil sjálvur er lítillátin og takkar liðnum fyri, at teir fingu gulu føraratroyggjuna við sær heimaftur til Århus um hvítusunnuna.

 

placeholder

Meira langlesnaður