Tóroddur og Co.

Tóroddur og Co.

2017-10-12 14:38 Author image
Innsent

Leygardagin 14.oktober letur Tóroddur Poulsen upp sína 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Fjøllistamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður. Men hann hevur eisini givið fløgur út, gjørt installatiónir, skrivað skaldsøgur og bloggar, málað olju- og vatnlitamálningar, og stóra verkið vaksur javnt og samt. Bara í oktober í ár gevur hann eitt yrkingasavn og eina plátu út, umframt, at Sprotin gevur út stóra bók um hansara verk.

Framsýningin eitur Tóroddur & Co eftir einum av nýggju steinprentunum, har vit síggja framsíðuna av einum bókahandli, ið eftir øllum at døma er opin í allar ævir - men ynskir tú tær eina krimibók, er hetta ikki rætti bókahandilin.

Eitt hugtakandi og merkiligt prent, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í fjør eitur Hevd. Á prentinum sæst eitt rundleitt, reytt skap við fýra útúrgerðum, sum stinga út í hvørjari av teimum fýra síðunum á skapinum. Reyða skapið vendir aftur í øðrum myndum.
Tað gevur beinanvegin varhugan av onkrum figurativum, og minnir um ein kavbát ella eina skjaldbøku, men skapið letur seg ikki lesa út í æsir, tí tað er nonfigurativt. Beint niðri undir reyða skapinum er ein lítil ugla og undir henni ein uppseting av spannum og prikkum, sum minnir um okkurt slag av myndagátu, ið tó tykist mangla tann samanhang og eintýðuga svarið, sum er sjálvur kjarnin í slíkum myndagátum.
Her verður greidliga ikki hildið nógv um hetta, at halda nakað í hevd ella at grunda sítt virksemi á gamla siðvenju ella á mátan mann segði ella gjørdi fyrr.

Sambært myndini gevur hesin vani als onga meining. Betur er at hugsa nýtt og tað ger Tóroddur Poulsen. Umframt steinprentini verða eisini 42 objekt á framsýningini, sum hann hevur gjørt burtur úr bókum, ið eru pakkaðar inn ella mumifiseraðar og sum nú heilt ítøkiliga skulu lesast á nýggjan hátt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin í Steinprenti leygardagin 14.oktober frá klokkan 15-17

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður