Havnin fyri 100 árum síðan: Tá var einki Glade Hjørn

2016-05-30 12:32 Author image
Simona Midjord

Anna Cathrine Jacobsen (1902-1999), og Hanna Jacobsen (1906-1994) vuksu upp í Konradsbrekku í Havn. Tær vóru systrar kenda høvundin Jørgen Frantz Jacobsen. Tær siga her frá støðum og staðarnøvnum í gomlu Havnini, sum tær minnast frá uppvøkstrinum. Tá ið tær vuksu upp, var Havnin ein onnur, enn vit kenna hana í dag. Havnará rann opin oman gjøgnum býin, og her fingu fólk vatn til gerandisbrúk og vaskaðu klæði. Tað búðu bert eini 1800 fólk í Havn. Nógvir býlingar, vegir og gøtur, sum vit eru von við í dag, vóru tó ávegis at fáa skap.

 

Havnará

Í Havnará vóru tveir dammar (t.e. demdir hyljar). Í Ovara Dammi tóku havnarfólk vatn til húsbrúks (drekkivatn). Tað gekk ein brúgv yvirum, og so kom Niðari Dammur; hann varð nýttur til at skola toy upp í. Kom ein genta av bygd og ikki var kend við ánna og fór at skola toy í Ovara Dammi, var ikki lukkuligt; hon fekk niður yvir sín syndiga kropp. Í Ovara Dammi lá ein stórur viðarbulur til at demma vatnið eitt sindur upp, og ofta sást vatnið at renna niður av hesum bulinum. Tað vóru trappur til báðar síður, og trappurnar til Ovara Damm vóru smalri; tær til Niðara Damm vóru væl breiðari. Ovari Dammur varð eisini nevndur Stóridammur. Her var ofta lívligt, og prátið gekk upp á lívið, tá ið fólk hittust her, antin í Ovara ella Niðara Dammi. Høvdu fólk verið í ánni, vistu tey altíð okkurt at fortelja.

Allarniðast, har ið Laarshúsini og húsini hjá Angeliku við Ánna stóðu (við handilin Bókagarð – nú handilin Hennara), vaskaðu tey sovorðið skitið, so sum posar, sekkir o.tíl., men hetta staðið hevði einki navn. Og yvirav – har ið Katrina Kristiansen hevur sýnisgluggar – var ein trappa oman í ánna, og har vóru hellur, sum tey lógu og vaskaðu hesi skitnu pløggini á. Tá høvdu fólk ikki duramottur, men ofta høvdu fólk ein posa liggjandi framman fyri durunum. Hetta skuldi jú alt vaskast. Havnarfólk vóru sera reinlig; túnini vórðu ofta sópað og posarnir vaskaðir.

Økið eystan fyri Havnará varð rópt handan Á.

 

Vaglið

Orsøkin til, at hetta staðið fekk navnið Vaglið, var tann, at her var eitt jarnverk fram við vegnum við kommunuskúlan (móti ánni) og eisini fram við brúgvunum, og her sótu teir ungu menninir ofta; teir “flugu upp” og settu seg á “vaglið”, og tí kom navnið Vaglið. Vaglið var upprunaliga økið frá tí ovari brúnni niðan til har, ið kioskin er nú. Men hetta navnið er reiðiliga ungt til tað; tað er so íkomið, eftir at hetta jarnverkið er komið. Sagt varð vanliga heimi á Vaglinum, men tað valdaðist eisini, hvar tú búði. Tá var einki Glade Hjørn, tá var bert ein vegur niðaneftir og eingi hús. Tey komu seinni.

 

Mylláin

Henda áin man hava verið veitt úr Havnará, tí Boysensgarður lá eitt sindur høgt, og har sum gamli kommunuskúlin stóð og tann vegin niðaneftir lá ein trøð; tað var Húsabøur. Tey hava so grivið hesa ánna gjøgnum bøin. Og tað gekk ein skrái oman í Vágsbotn við nógvum gróti og skursli. Í áarføri var ein lítil fossur her, og her stóð ein mylla. Tað var gamli Restorff, sum læt ánna veita oman, so hann fekk havt eina myllu her. Alt skuldi jú malast, og nógv varð innflutt sum korn. Vit minnast tað gamla húsið, sum myllan stóð í. Áin, sum vit nevndu Myllánna, var sum sagt veitt úr Havnará og oman gjøgnum eina lægd, sum var her, og rann so út inni í krókinum í Vágsbotni. Undir fyrra heimsbardaga varð bygd ein nýggj mylla í sama stað, og hon hevði útvortis hjól; her var Peter Bager myllari.

Eg (Anna Cathrine) minnist, at tá ið vit vóru sein á veg í skúla og skuldu skunda okkum, so sluppu vit eftir eini smalari gøtu millum ánna og Perluna, og so var ein trappa og so ein brekka, og so vart tú uppi undir Boysensgarði. Við hvørt var tað við tuflunum í hondini, at vit fóru rennandi, tí har var illgongt. Og tað var ikki lukkuligt at koma ov seinur í skúla.

 

Vágsbotnur og Vágsbotnssandur

Vit søgdu altíð oman í Vágsbotn, um vit fóru at keypa. Og niðri í Vágsbotni var sandur, Vágsbotnssandur ella Sandurin í Vágsbotni, og her lógu altíð bátar drignir upp. Og so var tað Vágsbotnsbrúgvarnar – Lítlabrúgv ella Gamlabrúgv var ein; hon var vestanfyri. Vit søgdu niðri á Gomlubrúgv. Tað fyrsta húsið, ið stoytir út móti Gomlubrúgv er pakkhúsið hjá Chr. í Dali, eini svørt tjørað við flagtekju, sum liggja fyrst í Gríms Kambans gøtu (yvir av handlinum hjá Jóan Jakku – nú Café Sirkus). Síðani koma húsini, sum Carl Johan Bech bygdi (hann bygdi oman á eitt neyst – nú Tannklinikkin í Vágsbotni). Og so kemur “Impo” (eitt stórt gult hús. Handilin Kallkyn er í gøtuhæddini), og har lá Gamlabrúgv. Hinumegin víkina var ein onnur brúgv, og har var ein rúgva av pakkhúsum; tað vóru lág hús við skjøldrinum út móti vágni; tað var so stórur jarðarmunur niðan móti Bryggjubakka. Tekjurnar vóru av rukkublikk, og har turkaðu tey fisk um summarið. Hesi pakkhúsini vóru í einari hædd; opið var upp í tróðrið, og her stóðu konufólkini og vaskaðu fisk, og har lá saltfiskur lagdur upp í rúgvu, sum varð goymdur inni har. Tað munnu hava verið eini fimm pakkhús her, sum vendu skjøldurin úteftir. Brúgvin her framvið varð nevnd Vágsbotnsbrúgv. Nakað langt úti við brúnna var stoyptur ein stabbi, og so vórðu plankar lagdir út á henda stabban, so motorbátarnir kundu leggja at har. Tað var eisini fyri at lætta um lossingina. Skipini lógu jú úti á vágni, og allar vørur máttu førast inn við lossijaktum. Seinni varð Vágsbotnsbrúgv umvæld og gjørd so fín, men fyrr var hon ógvuliga knortlut har inni. Eg minnist ein ruskdag, eg var við beiggja mínum Jørgen Frantz ein túr niðri á brúnni. Eg var lítil smágenta tá, og eg var bangin, tí har sum eg stóð, spríkti vatn upp millum grótið, og beiggi mín flenti eitt sindur at mær, tí eg var so bangin.

 

Rasmusarbrúgv og Fútabakki

Brúnna longri út móti Skinnaraskeri læt Rasmus Effersøe gera, og tí fekk hon navnið Rasmusarbrúgv. Eg veit ikki hví, hann læt brúnna gera, men hann búði beint omanfyri. Tey húsini eru til enn; tað eru tey gomlu fútahúsini, og landsstýrið eigur tey nú. Brekkan undir húsunum varð rópt úti á Fútabakka.

 

Bryggjubakki

Hesin bakkin gongur frá tí, ið verður rópt úti í Bakka (Stóribakki) og inn móti Vágsbotni. Navnið man koma av, at her hevur verið ein lítil atløgubryggja ella lítil brúgv í gomlum døgum.

 

Dungagarður og á Dunga

Dungagarður gongur frá Bringsnagøtu og suðureftir og endar har við hjá Stórusannu. Tað skal vera presturin J.H. Schrøter, sum læt garðin byggja. Hann man hava verið eitt sindur pírin, tí tað sigst, at lønin, sum havnarmenn fingu fyri at byggja garðin, var tubbak og snús. Abbi úti á Reyni segði altíð undir Dungagarði. Tað, sum var heimanfyri, varð rópt úti á Dunga. Tað er har, sum handilin tey rópa “Skotið” (húsini hjá Julionnu Klett), er nú. Dungagarður gekk frá húsunum hjá Einarsson í ein boga og so fram við Bryggjubakka suðureftir.

 

Úti í Havn

Nú er vanligt at siga: Vit fara út í Tinganes ella á Tinganes, men tað æt í sínari tíð úti í Havn; har var Kongligi handilin og Forvaltarahúsini og alt, sum har til hoyrdi, Sjóbúðin, Vaktarbúðin, Bakkapakkhúsið og Leigubúðirnar. Og so gekk ein brekka niðan, og so komst tú niðan á Reyn, og til vinstru, tá ið ein fór av Reyninum og víðari, var Fútabakki niðriundir, tí fútahúsini vóru har. So kom Skansagarður vinstrumegin, og hinumegin stóðu Egholmshús, og tað var jú tann gamli prestagarðurin. Síðan komu húsini hjá Ellu á Reyni og so kom Skúlareyn. Úti á Skúlareyni var fyrsti kommunuskúlin, og har hevði latínskúlin eisini verið (hann varð bygdur í 1628). Tann brekkan, sum gongur frá Reyninum og oman í bakkan, eitur Rektaragøta, og tað kemst av, at latínskúli hevur verið har. Og so gongur ein brekka oman í Gongina, og tað er Mortansstovubrekka.

Frá Skúlareyni kemur tú oman gjøgnum eina lítla brekku, og so ert tú niðri á Doktaragrund. Á Doktaragrund vórðu ofta fólkafundir hildnir. Tá ið eg (Hanna) var smágenta, var eitt stórt opið pláss til høgru, tá ið tú komst oman, og so stóð eitt træ, og so var træverk rundanum. So komu undir Kletti og Klettaskot. Klettaskot gekk frá Ydun og oman í Gongina. Fert tú frá Doktaragrund og niðan gjøgnum brekkuna, so ert tú komin á Høgareyn; tað er har, sum Ydun var. Høgareyn endar í eini brekku, sum gongur oman í Bringsnagøtu.

Summi rokna alt frá Bringsnagøtu og úteftir sum Tinganes, men tað er ikki rætt. Tinganes er bara tað uttasta, sjálvt nesið, har sum tey hildu ting, og har sum tey ytstu húsini standa, og so kemur úti í Havn, har sum handlarnir vóru. Eg minnist, at táverandi løgmaður, gamli Andras Samuelsen, altíð segði úti í Havn; hann segði ongantíð úti í Tinganesi. Hetta brúkti mamma okkara eisini altíð. So tað hevur verið tað gamla, og tað er eisini tann elsta Havnin, ið hevur verið har – tað gamla høvuðssætið. Har var kirkjan, prestagarðurin og handilsforvaltarin. Men tað í erva æt sum sagt á Reyni, og tey, sum búðu har, søgdu t.d., um vit spurdu eftir abba: “Hann er niðri í Havn.” Hann búði á Reynagarði, og hann stýrdi Skipsteds handli í nøkur ár.

 

Gamla Ydun

Ydun byrjaði í einum gomlum húsum, sum æt í Køk, sum Johan Müller átti. Tey stóðu yvir av handlinum hjá Evensen. Í neðra var Ydun, og í erva húsaðust fleiri familjur, sum leigaðu her.

 

Uppi á Ryggi

Økið, sum verður rópt á Ryggi, man strekkja seg haðani frá, ið J. Waagstein búði og so niðan til Fjósahúsini. Undir Ryggi – tað heitið man óivað hava strekt seg heilt oman til tað, ið vit rópa Kilakanalina í dag. Hetta er nýggjari navn, men eg (Hanna) haldi, at eisini Kilakanalin hevur verið rópt undir Ryggi fyrr.

 

Skinnarasker

Fyrr kom tingið saman í Tinganesi, og tað sigst, at tá ið tingmenninir ikki vórðu samdir, so fóru teir út á Skinnarasker (tá var tað leyst frá) at tingast, og har máttu teir sita, til teir vórðu á einum máli. Sagt varð, at teir skuldu “skyna á”, hvat var beint ella skeivt. Men nær Skinnarasker er gjørt landfast, vita vit ikki; tað hevur verið fast í landi alt tað, vit minnast.

 

Undir Boysensgarði

Tann smali vegurin, sum gongur frá H.N. Jacobsens Bókahandli og yvir til Perluna, varð róptur undir Boysensgarði. Hetta kom av tí, at vegurin gekk undir garðinum hjá Boysen, sum var fyrsti lærari við realskúlan í Havn (realskúlin varð settur á stovn í 1863). Garðurin var stórur, røkk yvir móti kirkjugarðinum. Tað, sum stendur á skeltinum (“við Boysensgarð”), er ikki rætt. Portur gekk frá Boysensgarði og inn í kirkjugarðin.

Jomfrúbakkin

Jomfrúbakkin er frá Trappugøtu og oman í Grind. Gongur tú oman í gjøgnum Tróndargøtu, og bara gongur beint fram, so kemur tú oman í Grind, men beint áðrenn endar Tróndargøta í eini brattari brekku; tann brekkan er Jomfrúbakkin. Eg veit ikki, hvør hevur sett navnið á tað, men tað var vanligt, at konur eisini savnaðust har, tá ið menninir vóru á útróðrum o.tíl. Nógv av teimum í Bø høvdu hetta sum útsýnisstað. Konurnar gingu oman har at hyggja, um tær sóu bátarnar koma aftur. So vit vita ikki, hví tey róptu tað Jomfrúbakkan, tí har mundi vera meiri av giftum konum. Eisini hava vit hoyrt hann róptan Sleygibakkan, tí har vóru altíð so nógvar konur, sum prátaðu. Har var sera vakurt at standa, serliga tá ið tú kemur gangandi oman gjøgnum Tróndargøta í góðum veðri, tá er tað ein vøkur sjón, ið møtir tær, tá ið tú kemur oman á Jomfrúbakkan.

 

Í Grind, Tokuneystið og smiðjurnar

Í Grind var tað gamla hagaportrið. Tað varð antin sagt niðri í Grind ella Úti í Grind – tað valdaðist um, hvar tú vart staddur. Grindin hevur verið einastaðni millum Tokuneystið og Gamle Danmark. Tokuneystið var eitt gamalt neyst av grót og flag, sum tey í Tokustovu áttu (tað stóð yvir av André Andrésen – nú Súkkluverkstaðið hjá Gunnari). Strekkið her hevur síðani fingið navnið av grindini. Men heitið strekti seg ikki so langt sum oman til smiðjuna hjá smed Jensen (nú Smiðjan í Lítluvík). Allar smiðjurnar lógu í einum trunka ovarlaga í Lítluvík: Smiðjan hjá smed Jensen, smiðjan hjá Sigmundi, sum stóð beint yvir av garðinum hjá Juliusi, og smiðjan hjá Petur á Argjum (seinni hjá Hans B. Arge), og seinni kom smiðjan hjá Askham.

 

Lítlavík, Bøáin og Guineabrúgvin

Lítlavík lá eystan fyri Skálatrøð, og oman í Lítluvík rann ein lítil á. Hon kom uppi frá traðunum oman fyri Havnina. Hon varð rópt Bøáin, tí hon rann oman gjøgnum tað, ið varð rópt uppi í Bø. Tá ið vegurin var komin tann vegin, ið Gríms Kambans gøta er nú, plagdu teir, ið nýttu ríðibreytina úti á Rundingi, at fara um ánna, tá ið teir ferðaðust til og frá breytini. Men hetta var ikki so høgligt – og áin hevur kanska onkuntíð verið stór eisini – tí var farið undir at gera eina brúgv um ánna. Teir (bretar, sum starvaðust hjá Rosemeyer & Floor & Co) høvdu ein klubba í Qvillingsgarði, har teir spældu kort og ymist annað. Teir samdust so um at “spleisa” til eina brúgv, og teir skuldu rinda ein guinea (21 shillings) í part; hetta spældu teir inn við kortspæli. Tí fekk henda brúgv navnið Guineabrúgvin. Hetta var ein góð brúgv, sum stóð uppi í nógv ár.

 

Konradsbrekka og Konradstrøðin

Brekkan, sum gongur frá smiðjunum og niðan fram við hjá okkum, varð rópt Konradsbrekka. Tað var Konrad Skála (Nicolajsen), sum gav brekkuni navn. Hann hevur bygt her so tíðliga sum í 1870-árunum. Tá hava bert húsini hjá Jens Dam verið her frammanundan, tí tey eru uppaftur eldri. Tey húsini bygdi Haraldsen á Trappuni, ein av trappubrøðrunum, sum doyði undir Íslandi.

Her uppi, aftan fyri húsini hjá Konrad, lá ein stór trøð, og tað var Konradstrøðin. Hann hevði arvað trøðna eftir pápa sín, og hann æt Niklái Skála og var beiggi Niels Skála, sum átti hesa trøðna (Skálatrøð). So brøðurnir hava havt hvør sína trøð yvir av hvørjum øðrum. Og her, sum vegurin er nú, man hava verið ein geil upprunaliga, kundi ein hugsað sær, eftir sum grindin var longri niðri. Ella kann tað hava verið primitivur vegur. Henda gøta førdi vestureftir – út í Sandagerði og víðari til Kirkjubøar og Velbastaðar.

Seinni fekk hesin vegurin navnið Gríms Kambans gøta. Eg (Anna Cathrine) minnist, tá ið gøtunøvnini komu. Eg minnist eg spurdi, hví hesin vegurin skuldi eita Gríms Kambans gøta, og eg fekk at vita, at tað var eftir fyrsta manninum, sum kom til Føroya. Men á mannamunni æt tað altíð úti í Konradsbrekku.

 

Skálatrøð

Húsini her eru bygd á Skálatrøð. Tað var ein risastór trøð, sum øll húsini her niðanvið eru bygd á. Tað var ein, ið æt Niels Skaale, ið átti hana. Hann var hosutakari við Kongliga handilin. Hann seldi trøðna til gamla Restorff. Pápi okkara fekk grundstykki frá gamla Restorff, og tveir synir Restorffs bygdu á Skálatrøð. Trøðin gekk heilt oman til fabrikkina. Her var høgur bakki niður, har ið nú er parkeringspláss. Parkeringsplássið liggur sostatt undir Skálatrøð og ikki á Skálatrøð, sum nú ofta verður sagt. Í okkara tíð var trøðin býtt í trý. Trøðin hesumegin var heimabeiti.

 

Skálabonkur

Í tí vestara endanum á Skálatrøð, har ið handilin hjá Restorff er nú, vóru sethús og ein so frálíka vakur urtagarður, ið gamli Andreas Restorff hevði anlagt. Uttan fyri garðin stóð ein bonkur, ið tey róptu Skálabonk. Sagt varð úti á Skálabonki, t.d. “Ánei, vit fóru ikki longri enn út á Skálabonk.”

 

Úti millum Kirkjugarðar

Vegurin niðan við gamla kirkjugarðinum varð róptur úti millum Kirkjugarðar. Eg (Anna Cathrine) havi altíð hildið, at tað var løgið, men soleiðis róptu tey gomlu tað. Abbi brúkti tað nógv. Nú kann tað vera, at garðurin hevur verið ov lítil, og tey so hava flutt hann t.d., men tað sæst so eingin farvegur eftir tí. Eisini varð sagt at fara niðan millum Kirkjugarðar. Nú eitur tað Dalavegurin, men tá ið gøturnar fingu navn, var so mikið seint sum í 1909 ella -10. Tað vóru eini 3 - 4 hús niðan eftir Dalavegnum fyrst í hesi øldini.

 

Á Svínaryggi

Staðið, ið gamli kirkjugarður er lagdur, eitur á Svínaryggi. “Tá verði eg farin á Svínarygg” havi eg (Anna Cathrine) ofta hoyrt tikið til. Kirkjugarðurin á Svínaryggi og kirkjugarðurin við Havnar Kirkju eru líka gamlir. Men har var tað mest tað fínara slagið, sum var grivið, og hesin skuldi vera ein sonevndur “fattigkirkegaard”. Men so var tað ein prestur, sum kravdi at verða grivin úti á Svínaryggi; hann vildi verða jarðaður millum sína meinigheit, og hetta gjørdi so, at kirkjugarðurin varð nýttur til øll.

Tað sigst, at fyrsti persónur, ið varð grivið her á Svínaryggi, var dóttir skælingssystkini (hetta hevur próst Dahl sagt frá í einum fyrilestri).

Úti á Rundingi

Í Álakeri høvdu teir (Rosemeyer & Floor & Co) eina ríðibreyt, ið gekk runt um har, ið øll fiskaplássini seinni vóru. Tað varð altíð rópt úti á Rundingi. Her varð so riðið rundan um, – men long kann breytin ikki hava verið. Sum vit minnast, vóru enn partar at síggja av ríðibreytini (uml. 1923).

 

Bines Kilde

Ein sorinskrivari plantaði ein urtagarð í Mattalágsbrekkuni. Kona hansara æt Bina. Har rann ein lítil á ígjøgnum, og har var ein so vakur lítil fossur. Og hann doypti urtagarðin fyri Bines Kilde, og hann lá sum eitt stongt land fyri okkum, tá ið vit vóru børn. Tá átti Müller urtagarðin. Har var portur við heingilási á, men garðurin var so lágur, at tað bar væl til hjá børnum at klintra uppum. Og tað hendi seg eisini, at vit gjørdu tað. Har vóru so nógv vøkur trø, men tey vórðu ikki røktað. Lendið var so vátt, men varð ikki drenað, og tískil følnaðu trøini.

 

Á Kletti

Landavegurin byrjaði úti við hornið hjá Poul Restorff og gekk so beina leið út til Sandá. Hetta var “banaður” vegur. Har stóð ein gomul brúgv; eg haldi, at rovini av tí gomlu brúnni eru at síggja enn. Hinumegin var bert traðkað gøta, og hon gekk so niðan undir Klett. Staðið varð rópt heimi ella úti á Kletti. Her býtti gøtan seg í tvey; velbastaðfólk fóru norðureftir, og kirkjubøfólk fóru beint upp, – heim til Kirkjubøar, sum tey gomlu havnarfólkini søgdu. Hetta verður sagt enn, t.e. heim til Kirkjubøar og heim til Velbastaðar. Hetta man vera so mikið gamalt, at tað stavar frá tí katólsku tíðini, tá ið biskupssetur var í Kirkjubø. Tað var tað týdningarmesta, og Havnin var jú einki tá. Sagt varð heim til Kirkjubøar og yvir til Havnar.

 

Við støði í samrøðum, sum vórðu gjørdar veturin 1987/88.

 

Heimildir:

Fornminnissavnið. Søvn Landsins.

Føroyamálsdeildin. Fróðskaparsetur Føroya.

placeholder

Meira langlesnaður