Maraton: Hesaferð vann Krista

2016-06-05 07:07 Author image
Sigmund Vang

Sum tað sæst á myndini, sum Krista sjálv hevur tikið, tá hon var komin á mál, er gleðin stór. Við hannara lið hevur Krista liðfelaga sín úr Bragdinum, Ann Thomsen, sum eisini var ein av favorittunum, eftir at vera blivin nummar tvey í fjør, bert aftanfyri 2015-vinnaran Rigmor Arge, sum ikki rann í ár. Tá avtornaði var Krista stinnast og kom á mál í tíðini 3.32.01, sum var góðar fýra minuttir skjótari enn Ann (3.36.16).

Í Tórshavn maraton kappingini kom ein kvinna ímillum Kristu og Ann. Tað var svenska Lina Karsson, sum var ein av nærum 200 útlendskum luttakarum, ið vóru við til maraton og hálvmaraton. Lina Karsson var bara 39 sekund aftanfyri Kristu.

Í FM kappingini merkir tað tó, at Ann Thomsen gerst nummar tvey, og Astrid Joensen (3.44.03) frá felagnum Roysnið nummar trý. Hon bleiv samlað nummar fimm í Tórshavn maraton aftanfyri Jacqui Gears á 4.plássinum.


Menn

Hjá monnum vann Martin Gravesen úr Bagdinum Tórshavn maraton, eftir at hann bleiv nummar tvey í fjør, aftanfyri útlendska rennaran John Dale. Sostatt er Martin føroyamestari aftur í ár. Tíðin hjá Martin í ár var 2.50.24, sum er nærum tríggjar minuttir skjótari enn í fjør. Eirikur Hansen, eisini úr Bragdinum, bleiv nummar tvey í Tórshavn maraton og sostatt eisini í FM. Eirikur (2.55.56) var fimm og ein hálvan minutt aftanfyri Martin.

Nummar trý í FM kappingini bleiv Cecil Weihe (2.58.53), eisini úr Bragdinum, tríggjar minuttir aftanfyri Eirik.

Millum Eirik og Cecil kom Simon Foss Jensen, sum sostatt var triðskjótast í Tórshavn maraton hjá monnum, men ikki við í FM, tí hann er útlendskur rennari.

Øll úrslitini í Tórshavn maraton síggjast HER (á síðuni kanst tú eisini leita eftir ávísum aldursbólkum og kynum við at broyta leitingina ovast á síðuni)

Samlað vóru 489, sum gjøgnumførdu renni- og gongukappingarnar í hálv- og heilmaraton og 135 heilsurennarar, sum ikki fáa skrásetta tíð. 

 

placeholder

Meira langlesnaður