Tórshavnar kommuna fær fleiri lendisgøtur

Mynd: torshavn.fo

Tórshavnar kommuna fær fleiri lendisgøtur

2017-05-30 09:27 Author image
Leif Láadal

Nú fer Tórshavnar kommuna undir at gera fleiri gøtur kring kommununa. Í fyrstu atløgu eru 1.000.000 krónur settar av til at gera fleiri lendisgøtur.
- Ætlanin er at binda kommununa betur saman við gøtum. Nú raðfesta vit í fyrstu atløgu 5 gøtur, og síðani er ætlanin at halda fram millum annað við Boðanesætlanini, har vit í framtíðini kunnu fara til gongu av Boðanesi og allan vegin fram við sjóvarmálanum og út á Argir, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.
Henda eina milliónin verður nýtt til at hampa og gera nýggja gøtu frá Sólarmagnshúsinum til Gerðisbreyt á Velbastað. Gøta verður eisini gjørd frá niðri á Bakka, eftir bakkanum og norður til Hundagjógv, sunnan fyri Mígandalsá. Gøtan við Penabø í Kirkjubø verður hampað. Fyrsta stig í Boðanesætlanini verður at gera gøtu frá Hvítasandi og til gomlu gøtuna til Hoyvíkar, fyrsta strekkið verður 490 metrar. Og so verður gøta umleið 185 metrar til longdar gjørd niðan fyri nýggja Sjúkrahúsið, millum Álaker og Sandagerð. Gøturnar verða gjørdar treytað av loyvum frá avvarðandi myndugleikum og eigarum.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður