Tórshavnar kommuna: Parkeringsøki til tung akfør

Mynd: torshavn.fo

Tórshavnar kommuna: Parkeringsøki til tung akfør

2017-11-07 15:56 Author image
Leif Láadal

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at bjóða vinnuni parkeringspláss til tunga ferðslu á Skarðshjalla.

- Leigumálið kann bert nýtast til akfør hjá leigara, og talan skal vera um buss ella lastvogn, ið er skrásettur til vinnuliga nýtslu og hevur nummarspjaldur, upplýsir kommunan.

Talan er um 16 parkeringsbásar, og leigan er 1000 krónur um mánaðin fyri at leiga ein bás. Parkeringsbásarnir eru á matrikkul nr. 139i á Skarðshjalla 31.

Áhugað kunnu venda sær til kommunala verkstaðin á Hjalla, telefon 30 21 05, verður upplýst.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður