Tórshavnar Musikkskúli: Orkesturhøllin innilokað

Mynd: Kontrast

Tórshavnar Musikkskúli: Orkesturhøllin innilokað

2017-11-22 16:26 Author image
Leif Láadal

Arbeiðið at byggja Tórshavnar Musikkskúla gongur væl, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Tveir bygningar verða í skúlanum. Í størra bygninginum verða undirvísingarhøli umframt fyrisiting og annað. Minni bygningurin er til framførslur og venjingar. Pláss verður til umleið 300 áskoðarar.
Mánadagin 20. novembur vórðu síðstu tak-elementini løgd á orkesturhøllina. Størsta elementið er 23 metrar langt og ein metur høgt.
Í næstu viku verða betongelement (hæddarskilnaður) løgd á fyrstu hæddina á størra bygninginum. 
Skúlin verður liðugur á vári 2019.


placeholder

Meira langlesnaður