Tórsvøllur verður gjørdur liðugur

2016-06-17 15:38 Author image
Dimma

Restina av áskoðaraplássunum skulu eisini undir tak eftir sama leisti sum eystur- og suðuriðan. 

Tórshavnar býráð hevur samtykt samstarvsavtalu við FSF um at dagføra írestandi partin av Tórsvølli. Samstundis verður FSF-bygningurin umbygdur til at betra um umklæðingarrúm til spælarar og áskoðarar. Harafturat skulu umstøðurnar betrast til dopingrúm, læknar, fjølmiðlar og áskoðarar.

Áskoðarakapasiteturin verður øktur við 200 setrum, so at samlaða talið á vestursíðuni verður 1.730 áskoðarar. Samstundis verður skipað soleiðis fyri, at Niðari vøllur í Gundadali fær høliskarmar, sum ikki eru til taks í dag.

Útbyggingin verður væntandi liður í 2019, og tá verður Tórsvøllur góðkendur sum ein leikvøllur í flokki fýra, og við hesum tryggjar Fótbóltssambandið sær, at A-landsdystir eisini í framtíðini kunnu spælast í Føroyum.

Býráðið tók á býráðsfundinum hóskvølið undir við tilmæli frá trivnaðarstjóranum og tekniska stjóra um samstarvsavtaluna við FSF, sum inniber, at byggiætlanin nú verður prosjekterað til útboð. Væntandi verður farið at byggja um ársskiftið.

placeholder

Meira langlesnaður