Toskur ferðast meira, tá tað er nógv nebbasild

Toskur ferðast meira, tá tað er nógv nebbasild

2017-10-25 14:07 Author image
Innsent

Árligi merkingartúrurin hjá Havstovuni er júst liðugur og merktir vórðu tilsamans 1755 toskar, umframt 113 hýsur og 11 havtaskur. Toskurin var óvanliga væl fyri og át nógva nebbasild.

Toskur plagar at hava longri gýtingarferðing, tá nógv nebbasild er til, umleið 30 fjórðingar samanborið við umleið 15 fjórðingar, tá lítið er til av nebbasild.

Merkingin í ár kann harvið staðfesta, um hetta sambandið millum nebbasild og gýtingarferðing hjá toski framvegis er galdandi.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður