Tvífalt so nógv til av toski

2017-03-08 09:17 Author image
Sigmund Vang

Havstovan hevur almannakunngjørt úrslitið av fyrra parti av árligu yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni á føroyska landgrunninum. 52 av tilsamans 100 hálum vórðu tikin.

- Tað var meira enn dupult so nógv at fáa av toski, hýsu og upsa í mun til sama túr í fjør og hetta komst ikki bert av einstøkum frágera góðum hálum, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Magnus Heinason byrjaðu túrin 23. februar eystanfyri á Sandoyar/Suðuroyarbanka. Vegna tøkniligar trupulleikar við imponatorskipanini (skipanin, har fiskur verður skrásettur) og eisini vegna illveður var Magnus Heinason fleiri ferðir inni á Havnini fyrstu vikuna.

- Vit landaðu í hesum sambandi týsdagin 28. mars í Havn. Vegna vind av norði, landnyrðingi, eystri og landsynningi tóku vit hál vestanfyri og síðan norðanfyri meginpartin av tíðini. Vit landaðu longu týsmorgunin 7. mars í Havn – hetta fyri at tíð kundi vera til at umvæla eitt rør á Magnusi Heinasyni. Tilsamans vóru 52 hál tikin og ikki var neyðugt at taka nakað hál umaftur, skrivar Havstovan.


Meira um úrslitið av yvirlitstrolingini kann lesast HER

  

  

 

Meira langlesnaður