Totalt kríggj um Totalview

Totalt kríggj um Totalview

2017-07-16 09:44 Author image
Georg L. Petersen

Síðan Føroya Tele í 2007 yvirtók Formula, hevur eitt stríð verið um føroykst mentu vekslara- og skrásetingarskipanina Totalview. Vodafone vil fegið brúka føroyskt mentu skipanina á sama hátt sum Føroya Tele, sum sigur nei – og so má Fjarskiftiseftirlitið upp í leikin. Alt bendir á, at Føroya Tele má lúta og lata kappingarneytanum somu atgongd, ið teir sjálvir hava

– Hetta mál hevur spøkt leingi og hevur verið eitt áhaldandi irritatiónsmoment. Men nú hómast ein endi skjótt á stríðnum.

Tað sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, sum saman við sínum starvsfólkum hevur arbeitt við málinum í longri tíð.

Málið snýr seg um væl umtóktu skipanina Totalview hjá Formula, og vekslarapartin, sum er knýttur at henni.

Í 2007 yvirtók Føroya Tele Formula og hevur síðan hildið Vodafone burtur frá tí partinum, sum snýr seg um vekslaraborð, sum er rættiliga grundleggjandi. Tað heldur Vodafone vera kappingaravlagandi, tí tað útihýsir felagnum frá at bjóða upp á fleiri stórar uppgávur, tí nógvir stórir almennir og privatir telekundar hava tikið forritið til sín, og vilja ikki skifta. Tí eigur Føroya Tele, sambært Vodafone, ein stóran part av marknaðinum fyri seg sjálvt og uttan nakra kapping yvirhøvur.


(Brot úr longri grein í Dimmalætting hesaferð)

placeholder

Meira langlesnaður