Totalview: Føroysk skipan sum byggir á egnar royndir

Totalview: Føroysk skipan sum byggir á egnar royndir

2017-07-06 12:46 Author image
Eilen Anthoniussen

Hóast sítt enska heitið, er væl umtókta Totalview-skipanin føroysk úr enda í annan. Tað eru føroysku viðskiftafólkunum at takka, at Totalview er vorðið til tað henta amboð, tað er í dag, tí tað er tørvurin hjá viðskiftafólkunum, ið er grundarlagið undir skipanini.

- Fyri eina fyritøku er tað serstakliga umráðandi at fáa fatur á fólki, og at vita, nær fólk eru tøk aftur, og helst so nágreiniliga sum gjørligt. Tað er sjálvt grundarlagið undir góðari tænastu.

Soleiðis sigur Gert Joensen, deildarleiðari á Formula. Formula hevur ment væl umtóktu Totalview-skipanina, ein skipan, sum hjálpir starvsfólkum og virkjum at halda eyga við arbeiðstíðum, arbeiðsuppgávum og sum er grundarlag fyri lønarútgjaldingum v.m.

Upprunaliga mentist skipanin seinast í 1990 árunum. Tá Formula sum fyritøka vaks,  førdi tað við sær, at móttøkufólkið hevði trupult við at halda skil á, hvar og nær starvsfólkini vóru til staðar, og nær tey aftur vóru tøk. Loysnin bleiv ein talgild skipan.

- Tað er sostatt okkara egni tørvur, sum var upprunin til Totalview. Tá tøkniliga hugtakið ‘presence’ vaks seg fram umleið ár 2000, vóru vit longu við á tí bylgjuni. So vit vóru longu pionerar á økinum uttan at vita av tí.

 

Starvsfólkið í miðjuni
Tá Formula nakað seinni skifti telefonskipan, var Totalview víðkað til at arbeiða saman við telefonskipanini, so Totalview eisini vísti, um fólk vóru upptikin í telefonini. Hetta var gjørt fyri at betra um telefontænastuna, so kundar ikki vórðu umstillaðir til starvsfólk, ið frammanundan tosaðu í telefon.

- Tá vit sóu, hvussu hent amboð Totalview var hjá okkum sjálvum, fóru vit undir at selja skipanina. Í tilgongdini, at fáa Totalview at arbeiða saman við telefonskipanini, vóru vit í tøttum samstarvi við Siemens. Hetta førdi við sær, at Siemens sá fyrimunirnar við skipanini, og var tað eisini umvegis teir, at Totalview varð selt uttanlands í byrjanini.

Við tíðini er Totalview nógv ment, so skipanin í dag er ein heildarskipan innan starvsfólkaviðurskifti við tíðarskráseting, umstillingsborði og HR, umframt at hon arbeiðir saman við eini ørgrynnu av øðrum skipanum. Tað er ikki bara í hentleikum, at skipanin fevnir víða, sølan fevnir eisini víða. Fyri stuttum var fyrsta skipnin seld í USA.  

- Vit skilja okkum frá øðrum skipanum við tað, at vit loysa fleiri tørvir um eina leið. Vit hava starvsfólkið í miðjuni og byggja loysnina rundan um starvsfólkið. Tað er í veruleikanum eitt grønt fokus, har vit royna at fáa nógvar ágóðar burtur úr fáum skrásetingum.

 

Heimamarknaðinum at takka

Í stuttum ger Totalview, at telefonin fer har, sum fólk er at svara telefonini. Fyri at kunna umstilla telefonuppringingar, er skipanin soleiðis sniðgivin, at starvsfólkið kann dagføra støðu, knýta kalendara til, lokatión, lokaltelefon, fartelefon, kjatt og video og førleikar hjá deildum og starvsfólki. Tilsamans skulu hesar funkur gera arbeiðið lættari hjá móttøkufólkinum. Er viðkomandi starvsfólk ikki tøkt, kann móttøkufólkið lættliga finna ein annan egnaðan persón til uppgávuna, soleiðis at viðskiftafólkini ikki nýtast at bíða óneyðuga leingi eftir at fáa hjálp.

Harafturat skrásetir skipanin hagtøl fyri arbeiðsøkini á arbeiðsplássinum.

- Hon vísir bíðitíð, svartíð, nær fólk eru tøk gjøgnum eina viku og gevur eina betri stýring av tíð og kostnaði í sambandi við eitt nú projektir. Tilsamans skuldu allir hesir førleikar økt um kappingarførið hjá fyritøkuni. Men tað krevur, at vit alla tíðina eru frammi í skónum við nýggjastu tøkni, soleiðis at vit víðarimenna skipanina í takt við tørvin.

Og allur vinningur, ið stendst av skipanini, fer tí beinleiðis aftur í skipanina. Og hesir pengarnir vera verandi í landinum, tí øll arbeiðsorkan hjá Formula er føroysk.

- Tað er viðskiftafólkunum at takka, at vit hava kunna framleitt hesa vøruna. Vit hava eitt lítið samfelag, og tí er nertingarflatin hjá okkum alt samfelagið, og harvið er talan um ein breiðan tørv, ið skal nøktast. Av tí at samfelagið er so lítið, fáa vit talutíð og royndir hjá stórum og smáum, privatum og almennum fyritøkum. Vit hava sostatt eina breiða viftu av ymiskum kundum, og uttan okkara heimamarknað, hevði skipanin ikki verið gjørlig. Tí er tað føroysku brúkarunum at takka, at Totalview er so serstøk, sum hon er.

placeholder

Meira langlesnaður