Álopin: Hoppaðu í fremmandari trampolin og bitu frá sær

2016-06-05 07:56 Author image
Sigmund Vang

Farna samdøgrið er ikki nógv at boða frá í døgnraportini hjá politinum. Tað hevur verið stak friðaligt kring landið, sigur vakthavandi. Sum vit skrivaðu í gjár, so var tó eitt sindur av roki í einum garði í Eysturbýnum í Havn leygarmorgunin um fimm tíðina. Politiið hevur nú gjørt tær avhoyringar, sum skulu til, og tað er so blivið til eitt harðskapsmál.

Talan var um nakrar ungdómar um 20 ára aldur, sum vóru farnir upp í eina fremmanda trampolin á veg heim. Ein tilvildarligur maður gongur framvið og biður hesi í trampolinini slappa av og ikki larma so illa. Tað endar við at ein av teimum ungu loypur á mannin og sparkar hann somikið illa, at hann má á skaðastovuna til kanningar. Hann fekk tó ikki stórvegis løstir, vísti tað seg.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað rætta hjá manninum ivaleyst vildi verið at sloppið sær framvið, uttan at blanda seg, og so kundi eigarin av trampolinini ella onkur granni, sum órógvaðist, sagt poltinum frá, um tað stóðst ampi av tí.

- Sum oftast er rúsdrekka við í leikinum, tá slíkt hendir so seint - ella tíðliga, um tú vil - og tá kann fjúsið vera stutt, og best er ikki at blanda seg, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder

Meira langlesnaður