Trappan tikin í nýtslu

2016-05-28 11:59 Author image
Dimma

Endilga var hon har, eitt ár seinkað, trappan í Vágsbotni, sum so nógvar meiningar eru um. Sum heild er hon tó væl móttikin av borgarum í Havn, sum tískil eisini vóru møttir talsterkt upp í Vágsbotni.

Tað byrjaði við, at kommunan bjóðaði ókeypis morgunmat, síðan spældi Havnar Hornorkestur og síðan kom klovnurin Bubu, sum við undirhaldi og tónleiki veruliga fekk lív í ung sum gomul. Aftaná sang Tórshavnar Manskór tveir sangir, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eina talu um Havnina, sum verður 150 ár í dag sum kommuna, og trapputilgongdina, har alt ikki bara hevur gingið eftir vild. Síðan helt Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, eina talu. Aftaná á tað var enn meira fyri børnini við Bubu.

Byrjað varð upp á trappuna í apríl mánai 2015, og eftir ætlan skuldi hon standa liðug longu 27. juni sama ár, tá tónleikatiltakið Voxbotn fór av bakkastokki. Men tá var hon langt frá liðug. Síðan skuldi hon vera liðug á ólavsøku, men tað helt heldur ikki – ikki fyrr enn nú, næstan eitt ár aftaná fyrsta evstamarkið, var hon klár at taka í nýtslu.

Seinni í dag verður enn eitt stór og nógv seinkað verkætlan tikin í nýtslu. Tað er brúgvin um Sandá.

placeholder

Meira langlesnaður