Trappan í Vágsbotni prýðir býin

2016-05-21 17:20 Author image
Dimma

Í komandi viku verða hátíðardagar í høvuðsstaðnum, tí at Tórshavnar kommuna verður 150 ár. Stórt hátíðarhald verður í døgunum frá 26. til 29. mai. Í hesum sambandi verða søgulig framsýning, gudstænasta, konsert og kvøldseta. Leygardagin um eina viku verður so brúgvin um Sandá latin upp, og trappan í Vágsbotni alment tikin í nýtslu.

Trappan í Vágsbotni hevur sum kunnugt verið leingi ávegis og er nógv seinkað, m.a. tí at trupult hevur verið at fingið tilfar til trappuna. Longu nú ber til at síggja, hvussu trappan tekur seg út í býarmyndini. Og sigast má, at hon er eitt satt prýði fyri býin.

Trappan fellur væl inn í umhvørvið, plantað er millum trapputrinini, og fríðkað er niðan móti Boysensgarði og Havnar kirkju. Í góðveðrinum í dag sást eisini, at fólk høvdu hug at seta seg í sólina, sum skein beint á trappuna. Hetta er samstundis eitt økið í høvuðsstaðnum, har fólk savnast, tá ið gott veður er um summarið.

   

   

Hátíðarhaldið fyri Tórshavnar kommunu byrjar annars hósdagin 26. mai kl. 16, tá ið Býarbókasavnið letur upp framsýningina "Tórshavn frá 1000 til 1909" upp. Hetta er ein áhugaverd framsýning við kortum, tekningum og myndum.

Reinsaríið hevur sama kvøld kl. 20.00 kvøldsetuna ”Tórshavn – úr fortíð í framtíð.” Innsløgini her eru m.a. samrøða við Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing, um, hvussu Havnin gjørdist miðdepil, og filmurin "Býarstýri í 150 ár" um fólkaræðisligu gongdina í kommununi verður sýndur.

Býararkitekturin Birita Wardum og arkitekturin Mayfinn Norðoy fara eisini at hugleiða um at varðveita gamalt og skapa nýtt í býnum. Hansina Iversen, listakvinna, fer í oðrum og myndum at hugleiða um, hvat Havnin bjóðar og kann bjóða aftrat, og Jørleif Kúrberg sigur søgur um fólk og hendingar í býnum.

Millum øll innsløgini á kvøldsetuni fer Kim Hansen við bólki at spæla kendar havnarsangir. Øll eru vælkomin, boðar kommunan frá.

   

 

placeholder

Meira langlesnaður