Træta um góðskuna á asfaltinum á flogvøllinum

Mynd: Vága Floghavn

Træta um góðskuna á asfaltinum á flogvøllinum

2017-05-09 14:05 Author image
Leif Láadal

Tá flogvøllurin varð longdur fyri seks árum síðani, stóð J&K Petersen fyri at leggja asfalt á, men nú er ivi sáddur um góðskuna av hesum asfalti. Vága Floghavn hevur fingið serfrøðingar at kanna asfaltið, og teir hava staðfest, at tað ikki hevur ta góðsku, sum tað eigur at hava. Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, sigur, at tey hava tosað við arbeiðstakaran, men at partarnir ikki hava funnið eina semju í málinum. Sýn og meting hevur verið gjørd, men partarnir eru framvegis somikið ósamdir, at málið nú endar í Gerðarrættinum, sum skal taka støðu til, um asfaltið er í samsvari við tað, sum partarnir avráddu frá byrjan.

Leiðslan í Vága Floghavn heldur tó ikki, at tað er ráðiligt at bíða eftir avgerðini hjá Gerðarrættinum, og hevur tí avgjørt at gera nakrar ábøtur á seks ára gamla asfaltið longu í summar.

placeholder

Meira langlesnaður