Trolbátarnir í Leirvík við í serligari ruskætlan

Trolbátarnir í Leirvík við í serligari ruskætlan

2017-07-14 11:48 Author image
Leif Láadal

Leirvíkar Havn luttekur, saman við lokalum samstarvsfeløgum og trolbátum, í átakinum “Ruskveiða”. Burturkast, sum kemur í trolið, verður lagt uppá land, talt upp og beint burtur á tryggan hátt.

Eysturkommuna skrivar á heimasíðu síni, at tá Trolbáturin Búgvin landaði í Leirvík herfyri var ikki bara fiskur í trolinum. Ímillum var eisini nakað av burturkasti, mest plastinnpakningur og onkur metallutur. 

Jónsvein Joensen og Jóan Pauli Eyðsteinsson, dekkari og skipari umborð á ”Búgvanum” greiða frá, at tá teir royna á landleiðini um summari er ikki so nógv rusk í trolinum, men tá teir eru á havtaskuveiðu seinni uppá árið, m.a. úti á Skeivabanka, plagar at verða væl meira av ruski í.

Átakið "Ruskveiða" er bygt á, at trolbátar fáa ein serligan ruskposa umborð, sum burturkastið úr trolinum verður savnað í. Trolbáturin leggur síðani posan uppá land, innihaldið verður vigað og flokkað eftir ymsum sløgum av burturkasti og síðani beint burtur á tryggan hátt. Alt hetta uttan kostnað fyri trolbátin.

Ruskveiða er samstarv millum Kommunufelagið, trolbátarnar, Leirvíkar Havn, IRF og Kongshavnar havnarstýri.

Samskipari fyri átakinum er Bergmann Finnsson frá BF-konsult.


Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður