Trøllkonufingur tikin fyri triðju ferð

2016-07-31 10:57 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað tók sína tíð, men tað eydnaðist.

Eina góða viku fyri ólavsøku var ætlanin, at teir tríggir menninir úr Ný Sælandi skuldu klintra úr sjóvarmálanum og upp á Trøllkonufingur, men veðrið vildi ikki tað, sum teir vildu.

Tí máttu teir í fyrsta umfari setast aftur og bíða eftir betri líkindum.

Hesar seinastu dagarnar hevur veðrið verið frægari, og í nátt eydnaðist klintrarunum at koma sær upp á tindin.

Klokkan var farin beint av midnátt, hon var 12 minuttir yvir, tá teir tríggir, Jack Grinsted, Jason Blair og Dave Mckinney rukku málinum.

Tað er ikki fyrstu ferð, at Trøllkonufingur er tikin av klintrarum, men tað er fyrstu ferð, í øllum førum í nýggjari tíð, at fólk hava klintrað ta leiðina upp í tindin, sum hesir menninir hava gjørt.

Teir hava tikið allar 313 metrarnar úr sjóvarmálanum og upp.

Fyrstu ferð klintrarar vóru uppi á Trøllkonufingri var, tá feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjarti Lamhauge í 2012 tóku tindin.

Leiðin ta ferðina var ikki tann sama, sum hon var hesuferð, men teir vóru í øllum førum teir fyrstu í nýggjari tíð, sum klintraðu upp.

Søgan var tann sama, tá teir fýra, Bergur Mikladal, John Petersen, Jóhannus Hansen og Pætur Jørðdal Niclasen klintraðu uppá góðar 47 tímar klintraðu upp í Trøllkonufingur. Teir valdu ikki ta beinu leiðina upp, men upp komu teir - og niður aftur eisini í øllum góðum.

Søgan sigur annars, at ein maður í 1844 klintraði upp í Trøllkonufingur, men hann kom ikki niður aftur á lívi. Hann klintraði upp í Trøllkonufingur, men hann kom ikki niður aftur á lívi.

 

 

Meira langlesnaður