Trump og Putin áttu at komið til Føroya

2017-01-19 10:56 Author image
Sigmund Vang

"Sum lítið oyggjaland eru Føroyar vælegnaðar til fundir millum ríkisleiðarar við serligum atliti at trygd og tilbúgving. Samstundis eru Føroyar millum heimsins vakrastu og mest sjáldsomu náttúruperlur, sum kunnu geva ríkisleiðarum stórfingna uppliving, samstundis sum hetta eisini kann seta Føroyar á heimskortið".

Soleiðis skriva Jenis av Rana og Bill Justinussen vegna Miðflokkin í almennum skrivi, har teir heita á løgmann um at bjóða Donald Trump og Vladimir Putin til Føroya at fundast.

Áheitanin frá Miðflokkinum ljóðar soleiðis:

"Í sambandi við at komandi amerikanski forsetin Donald Trump alment hevur boðað frá, at hann sum eitt tað fyrsta ætlar at møta russiska forsetanum Vladimir Putin, og at hann møguliga ynskir at halda fundin í Íslandi, mælir Miðflokkurin løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at fundast. Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði stórveldini. Landafrøðisliga støða Føroya talar eisini fyri møguleikanum".

  

  

placeholder

Meira langlesnaður