Trygd: Ódnarveðrið ávirkaði úrslitið

2017-03-03 08:31 Author image
Sigmund Vang

Ársúrslitið í 2016 hjá Trygd vísir eitt avlop á 300.000 krónur eftir skatt. Úrslitið er serliga merkt av stóru skaðaendurgjøldunum eftir ódnarveðrið í desember, upplýsir felagið. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt 30 mió. kr. í endurgjaldi fyri skaðar eftir jólaódnirnar.

- Gongdin fram til desember var annars serstakliga góð við øktum virksemi og hækkandi inntøkum, men orsakað av ódnarveðri, eldsbrunum og øðrum stórum skaðaendurgjøldum í jólamánaðinum kom brádlig vend tó í. Fleiri enn 1000 fráboðanir um skaðar kring alt landið vórðu viðgjørdar eftir ódnirnar Urd og Barbaru, og tá ið avtornaði, fóru góðar 30 mió. kr. í endurgjaldi aftur til viðskiftafólkini, upplýsir Trygd.

- Kjarnin í tryggingarvirksemi er at verja seg móti stórum skaðum. Tískil eru vit fegin um at hava veitt okkara viðskiftafólkum endurgjald, nú herviligu ódnirnar høvdu við sær stórar skaðar á sethús og vinnubygningar í desember. Í so máta er tað gleðiligt at staðfesta, at skipanin við trygging og tilhoyrandi endurtrygging, riggar eftir vild. Hóast stormskaðar ongantíð eru hugaligir, fegnast vit um at hava fingið høvi til at hjálpa, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður