Færri skaðar + fleiri bilar = betri úrslit hjá Trygd

2016-08-19 08:21 Author image
Dimma

”Vit hava havt eitt gott hálvár, og vit eru sera væl nøgd við úrslitið.”

Tað sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

Árið hevur higartil roynst sera væl hjá Trygd. Hálvársroknskapur felagsins vísir, at úrslitið áðrenn skatt gjørdist 11,1 mió. kr. Til samanberingar var úrslitið sama tíðarskeið í fjør 0,6 mió. kr. Sostatt er hálvársúrslitið áðrenn skatt betrað við góðum 10 mió. kr.

Orsakirnar til góða úrslitið eru fleiri, serliga er tað gongdin á skaðaøkinum, sum hevur verið munandi betri fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Sostatt hava skaðaendurgjøldini verið lægri enn væntað.

- Seinastu tíðina hava vit ment fleiri nýggjar og nútímans tryggingartænastur til kundar okkara, og hetta hevur eisini havt øktar inntøkur við sær. Harumframt sæst økta sølan av bilum aftur í størri inntøkum frá biltryggingum. Ein týðandi orsøk til góðu gongdina er harafturat, at vit ikki hava verið rakt av stórum skaðum higartil í ár, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.


Góða samfelagsgongdin sæst aftur

So hvørt sum tíðirnar gerast betri, og eitt nú fólkatalið veksur, gerast ognirnar fleiri í tali, og harvið verður eisini meira at tryggja. Hetta sæst aftur í tryggingarinntøkunum.

Bruttotryggingargjøldini eru hækkað við 1,7 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2015. Samstundis hevur sølan av bilum ongantíð verið størri enn nú, og mongu nýggju bilarnir hava eisini hægri inntøkur frá biltryggingum við sær.


Útlit fyri seinna hálvár 2016

Trygd væntar, at harða kappingin á tryggingarmarknaðinum seinastu árini fer at halda fram, men at inntøkurnar fara at hækka nakað seinna hálvár 2016. Ársúrslitið verður væntandi 11-15 mió. kr.

Eginognin hjá Trygd var 76,8 mió. kr. við hálvárslok, og hetta verður mett at vera nøktandi.

placeholder

Meira langlesnaður