Tryggingartakarin verjast fyri mismuni

2017-03-01 09:55 Author image
Sigmund Vang

Føroyski tryggingartakarin skal verjast fyri mismuni. Tað er endamálið við lógaruppskotið um broytingar í tryggingaravtalulógini, sum løgmaður hevur lagt fyri Løgtingið. Lógaruppskotið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum hesa vikuna.

- Vitan um ættarbregði ella komandi sjúku kann gera, at ávísir persónar verða fyri mismuni, tá teir skulu samráðast um tryggingaravtalu. Hetta gevur tryggingarfeløgunum ein fyrimun í mun til borgaran, og tað er ikki rætt, skrivar løgmaður á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

- Fleiri og fleiri slóðbrótandi verkætlanir um gengransking verða gjørdar og tað er týdningarmikið, at lóggávan fylgir við. Borgarin skal vera vísur í, at tøknilig frambrot ikki hava við sær, at fólk verða fyri mismuni, sigur Aksel V. Johannesen.

Sambært lógaruppskotinum fer eitt tryggingarfelag ikki at kunna seta sum treyt fyri, at ein tryggingaravtala kann verða gjørd, at felagið fær forsagnar upplýsingar um heilsustøðuna hjá tryggingartakaranum. Eisini fer tryggingarfelagið heldur ikki at kunna biðja um slíkar upplýsingar seinni ella spyrja tryggingartakaran, um viðkomandi hevur latið seg kannað.

Um hugt verður eftir lóggávuni hjá londunum rundan um okkum er greitt, at Føroyar eru afturúr á hesum øki, hóast tørvurin at verja upplýsingar um einstaklingin kanska er enn størri í einum so lítlum samfelagi sum Føroyar.

Lógaruppskotið fer tó ikki at virka avmarkandi fyri tryggingarfeløgini í mun til nýtslu av vanligum upplýsingum um heilsustøðu hjá tryggingartakaranum, sum felagið longu hevur heimild til at nýta.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður