Trýstir oddafiskar

Trýstir oddafiskar

2017-07-14 14:11 Author image
Georg L. Petersen

Vit hava seinastu tíðina verið vitni til, at stjórar og leiðarar hava verið fyri ómetaliga ógvusligum atfinningum, og onkur hevur so valt at stinga í sekkin og fara. Rumbul er bæði í landspolitisku leiðsluni, almenna og privata geiranum – og tað er nógv ógvusligari, enn vit eru von við.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum man vera tann politikarin, sum er undir størst trýsti. Hann hevur saman við samgonguni gjørt av at kollvelta fiskivinnuna, men á vegnum hevur hann traðkað á nógv vinnulig áhugamál, og stendur rættiliga einsamallur fyri øllum ákoyringunum, meðan løgmaður roynir at snúgva sær undan, hóast tað er hann, sum á pappírinum stendur á odda at fáa orðingarnar í samgonguskjalinum framdar – og størstu snávingarsteinarnir eru júst í hansara egna flokki.

Innan sjúkrahúsverkið er eisini heilt galið, sum eljustríð á føðideildini ber boð um, eins og psykiatriska umráðið hevur fingið av grovfíluni frá Løgtingsins Umboðsmanni. Stjórin gjørdi eina roynd at skera ígjøgnum á føðideildini, men hevði eftir øllum at døma ikki tikið hædd fyri avleiðingunum. Úrslitið varð, at føðideildin bleiv syndrað, áðrenn farið varð aftur til gamla bygnaðin – og so varð aftur eldur í, tí aðrir fakbólkar kendu seg fyri vanbýti. Tann stjórin hevur valt at takka fyri seg, og letur ein fløkjustamnp víðari til ein komandi eftirfylgjara.

Og so varð tað stjórin í Betri-samtakinum, sum eisini valdi at takka fyri seg. Almenna grundgevingin var, at nógva umrøðan seinastu tíðina ikki hevur gagnað samtakinum, sum hevur brúk fyri ein betri byrjan. Hetta kom sum nakað av eini bumbu, ið eingin heilt sá koma.

Oman á tað heila er stjórin á Glasi eisini endaður sum høvuðssøga í miðlunum, tí hann skal eitast at vera ráðaríkur og ringur at samstarva við.

Vit kunnu spyrja okkum, hvat tað er sum hendir, tá leiðandi høvd rulla í hesum døgum, og onnur eru á veg á skafottið. Eru tað føroysku leiðararnir, sum ikki eru nóg væl vegleiddir og halda alt bera til? Ella eru tað miðlarnir, sum eru skjótari og meira áhaldnir og ágangandi enn áður? Brúka miðlarnir sína styrki rætt ella verða teir eisini misbrúktir í stríðnum um altíð at vera fyrst?

Spurningarnir eru nógvir – men her er okkurt, sum ikki ruggar rætt.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður