1939 metrar av nýggjum tunli lata upp í morgin

2016-09-01 11:04 Author image
Sigmund Vang

Stívliga tvey ár eftir at spakin varð settur í, letur Viðareiðistunnilin upp, og koyrandi verður millum Hvannasund og Viðareiði eftir nýggjari farleið. Hetta verður hátíðarhildið í morgin fríggjadagin, tá farleiðin samstundis verður tikin alment í nýtslu.

Tunnilin er 1.939 metrar langur og tilkoyringarvegirnir tilsamans umleið 3.700 metrar. Sostatt er talan um slakar seks kilometrar av asfalteraðari koyribreyt. Játtanin til verkætlanina er 162 mió. krónur.

Tunnilin er bygdur við rúkandi ferð. Eftir ætlan skuldi hann standa liðugur komandi summar, men verður altso tikin í nýtslu nærum eitt ár skjótari enn mett upprunaliga mett.

Skráin fyri hátíðarhakdið, í sambandi við at tunnilin letur upp, sæst HER

  

placeholder

Meira langlesnaður