Turkiski forsetin tekur av egið trygdarlið

2016-07-24 17:22 Author image
Dimma

- Tað verður hereftir eingin serdeild at ansa forsetanum. Tað er einki endamál við forsetagarduni, og brúk er heldur ikki fyri henni, segði Binali Yildirum, forsæstisráðharri við turkiskt sjónvarp, sambært AFP tíðindastovuni.

Servanda deildin telur 2.500 hermenn, men stutt eftir miseydnaða hernaðarkvettið vórðu 283 av teimum handtiknir fyri at hava tikið lut í kvettroyndini fríggjakvøldið 15. Juli.

At leggja hesa serdeild niður er bara tað seinasta av eini røð av tiltøkum, sum Erdogan forseti hevur sett í verk eftir kvettroyndina.

Fleiri túsund alment sett fólk eru søgd úr starvi ella sett í fongsul, bæði dómarar, løgreglu- og herfólk, lærarar, skúlastjórar og embætisfólk, umframt at allir akademikarar hava fingið útferðarforboð.

Turkaland hevur leingi ynskt at gerast partur av ES, men tað tykist at vera skotið langt út í framtíðina.

- Eitt land sum fongslar sínar egnu professarar og journalistar, fongslar sína egnu framtíð, segði italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, og sendi harvið eini greið tekin til Turkalands um, at eitt mark er fyri, hvussu langt landið kann loyva sær at fara.

Turkiska stjórnin hevur eisini roynt at sissa umheimin eftir tey fyrstu ógvusligu inntrivini og fongslingarnar, og hevur millum annað latið 1.200 hermenn leysar aftur.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður