Turriklæði og tílíkt

Turriklæði og tílíkt

2017-10-23 10:35 Author image
Thorbjörn Brochs, Tórshavn

Tá eg var barn, høvdu kvinnurnar turriklæði, bæði í fjósinum og tá ið tær gjørdu mat ella vaskaðu klæðir. Ella tá ið tær fóru til handils. Og allar vóru tær vanligar norskar ella finskar kvinnur. Tær norsku vóru úr øllum norskum heraðshornum, men norskar vóru tær.

Eg hoyrdi ongantíð, at tað hevði nakað við tjóðskap, átrúnað ella fólkaslag at gera. Ein kundi ynskt, at tað í dag varð hugsað um, hvussu vanligt tað var hjá kristnum kvinnum at bera turriklæði fyri heilt fáum árum síðani. Ja, eisini kommunistar og tað sum verri var. Hetta nevni eg, tí tey í Danmark halda, at muslimar eiga at lata seg í sum kristin. Har sum eg vaks upp, var eingin munur á, hvørt tú var kristin ella kommunist ella hvørki.

Vit vóru í Egyptalandi í september mánaði. Á einum hotelli beint við okkara hotell vóru nógvir egyptar, teir flestu frá Kairo, og vit fingu gott samband við fleiri av teimum. Tað vóru vinarlig fólk, og vit fingu tosað nógv, serliga við tvær familjur. Tað vísti seg, at har var stórur munur – í somu familju – hvussu nógv kvinnurnar lótu seg í fyri at vera sámuliga ílatnar, men eg haldi, at tær allar vóru sámuligar.

Men har vóru eisini nógvir kristnir (?) skandinavar. Menn og kvinnur høvdu dýrar tatoveringar, men lítið annað, sum skuldi dylja tað, sum ikki eigur at vísast fram. Og vit norðurlendingar siga, at ein skal sið fylgja ella land flýggja! Men kanska er tað bert galdandi, tá vit eru heima.

Men hví er turriklæðið vorðið so stórt eitt mál um alt Europa? Helst tí tíðindafólk skulu tryggja sær nakað at skriva um, og politikkarar finna okkurt at verða valdir uppá.

Einasta grundin at taka spurningin fram, er spurningurin um trygd. Shah Reza stjórnaði Iran, áðrenn vesturheimurin (helst) hjálpti Khomeini Ayatollah at taka valdið. Og meðan Shahurin helt skil í landinum, var tað forboðið hjá kvinnum at dylja andlit og eygu á almennum staði. Tað var einki religiøst, men rætt og slætt av trygdarávum, tí yvirgangskroppar kundu lata seg í sum kvinnur, og kundu hava vápn innanfyri klæðini.

Hví kunnu danir ikki nýta logikk og bóndaskil? Gjørdu teir tað, kundi ein spart bæði fundarpening og blaðsíður, tí tað kjakið, sum fer fram nú, hevur einki annað endamál enn at misbrúka fólkatingsins tíð og orku. Vit hava ikki loyvi at trúgva, at hvørki tíðindafólk ella politikkarar vita nakað um nútíðarsøguna. Tað er at niðurgera andsevnir teirra. Og eg vil ikki siga, at tey eru følsk. Eg vildi heldur nýtt eitt annað orð, sum merkir tað sama, eg veit bara ikki hvussu tað eitur.

Men hetta er tað, sum eg vil hava sagt um burka-spurningin: Svarið er givið frammanundan, átrúnaðarlig forfylging er ólóglig, men at verja mannalív er meira enn lógligt.

 

MYNDATEKSTUR:

Mynd: Shutterstock (Vald av redaktiónini)

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður