Túsundtals flóttafólk bjargað úr bátum í Miðjarðarhavinum

2016-08-30 15:47 Author image
Dimma

6.500 flóttafólk vóru bjargað uttan fyri strondina í Lybia mánadagin. Tað upplýsir italska bjargingartænastan, skrivar Ritzau.

Í gjár var eftir øllum at døma ein tann strævnasti dagurin hjá bjargingartænastuni tey seinastu árini. Myndir vísa flóttafólk í bjargingarvestum loypa á bláman av einum yvirfólkaðum báti. Bjargingartænastan hjálpti børnum og nýføðingum umborð á bjargingarbátar.

- Vit samskipaðu einari 40 bjargingar og bjargaðu 6.500 fólkum, skrivar bjargingartænastan.

Við í bjargingini vóru eisini skip og bátar úr Italia, hjálparfelagsskapir og fólk frá ES-marknaliðum.

Sunnudagin høvdu bjargingarbátar í Miðalhavinum somuleiðis nógv um at vera, tí fleiri 1.100 fólk vórðu bjargað tann dagin. Samlaða talið av flóttafólkum og migrantum, sum eru komin til Italia í 2016, er nú umleið 105.000 sambært ST-flóttafólkastovninum UNHCR. Talið er gjørt upp áðrenn bjargingarnar mánadagin.

Fleiri enn 3.000 flóttafólk og migrantar eru deyð á havinum í royndini at náa til Grikkalands ella Italia í ár. Tað er ein vøkstur á 50 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2015. Síðan flóttafólkakreppan av álvara byrjaði í 2014 eru fleiri 400.000 fólk sloppin yvirum frá Norðurafrika í øllum góðum – ella á lívi í øllum førum.

Meira langlesnaður