Túsundtals fólk eru enn saknað eftir kríggið á Balkan

2016-08-31 11:30 Author image
Dimma

Kríggið í fyrrverandi Jugoslavia endaði fyri meira enn 20 árum síðan. Men enn vita túsundtals familjur ikki, hvat bleiv av teirra avvarðandi.

10.700 fólk eru framvegis saknað í krígnum, sum fór fram mitt í Evropa í 1990-árunum, skrivar Ritzau.

Hetta vísir ein uppgerð frá altjóða Reyða krossi, sum leggur tølini fram á altjóða degnum hjá ST fyri tey burturblivnu.

Tá ið blóðuga borgarakríggið herjaði millum grannarnar í fyrrverandi Jugoslavia, hvurvu næstan 35.000 fólk. Av teimum vóru 22.000 frá Bosnia.

Formaðurin í ICRC hjá Reyða krossi, Peter Maurer, heitir á myndugleikar í øllum heiminum at finna viljan, sum skal til fyri at finna svarið uppá, hvat er hent teimum, ið hvurvu.

- Vit mugu taka stig til at forða fyri, at fólk hvørva, og at savna tær neyðugu upplýsingarnar, tá ið fólk hvørva. Fyrr ella seinni geva hesar upplýsingar svarini, sigur hann.

Í minsta lagi 130.000 fólk doyðu í borgarakrígnum í fyrrverandi Jugoslavia. Nógv tey flestu doyðu í Bosnia, har kríggið herjaði millum 1992 og 1995.

 

placeholder

Meira langlesnaður