Tvær uppboðssølur skulu roynast

2016-05-31 14:16 Author image
Dimma

- Uppboðssølan skal skipast sum ein roynd. Vit skulu hava vitan til vega, so vit kunnu gera okkum nakrar royndir, sum skulu vísa, hvussu vit kunnu fara frá einari politiskari útlutan til at bjóða út atgongdina til fiskirættindi frá tí almenna til vinnurekandi.

Nakað soleiðis segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá ið hann fyri einari løtu síðan kunngjørdi ta nýggju uppboðssøluna, sum nú verður farið undir. Ella rættari: Tær nýggju uppboðssølurnar, tí talan er um tvær nýggjar uppboðssølur, eina opna og eina afturlatna.

- Hetta gera vit fyri at fáa nakrar royndir, vit kunnu byggja á, tá vit fara at gera ta nýggju skipanina fyri at bjóða fiskatilfeingi út, sigur Høgni Hoydal.

Er tað so hugsandi, at vit fara at hava fleiri ymiskar uppboðssøluskipanir, tá ið fiskivinnan verður skipað av nýggjum í 2018?

- Ja, tað er møguligt, svarar Høgni Hoydal.

 

Um tvær vikur

Tær uppboðssølurnar, sum Høgni Hoydal nú hevur almannakunngjørt, fara í dag til hoyringar hjá ymsu pørtunum. Hoyringsfreistin er 14 dagar

- Tá ið hoyringssvarini eru komin inn, verða svar og viðmerkingar viðgjørd og møguligar tillagingar gjørdar. Síðan verður kunngerðin lýst, og farast kann undir bjóða út, sigur Høgni Hoydal.

Sostatt verður klárt at fara undir at selja fiskitilfeingi á uppboðssølu miðskeiðis ella í seinnu helvt av juni. Selt verður í fleiri umførum, og byrjað verður við makreli og botnfiski í Barentshavinum.

Rættindini, ið verða boðin út, eru 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild og 3.000 tons av botnfiski í Russlandi og Noregi, ávikavist 2.400 og 600 tons.

 

Tvær skipanir

Nógvir ymiskir hættir eru at skipa eina uppboðssølu, og nú verður so skotið upp at royna tvær ymsar skipanir fyri at fáa tær royndirnar, ið kunnu røkka høvuðsendamálinum.

Tann opna uppboðssølan er skipanin, sum eisini varð roynd í 2011. Hon merkir, at øll ið bjóða síggja allar upphæddir ella kiloprísin, sum hini bjóða. Bjóðað verður, til eingin bjóðar yvir. Tann, sum bjóðar hægst, fær útbodnu nøgdina fyri tann prísin.

Afturlatin uppboðssøla merkir, at tey sum bjóða ikki síggja tær upphæddir og tær nøgdir, sum hini bjóða. Boðið verður latið inn í afturlatnum brævbjálva – hvussu nógv tons boðið verður  uppá og fyri hvønn kiloprís.

Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir tann prísin, sum øll skulu rinda. Tað vil siga, at øll rinda sama prís fyri kilo í tí afturlatnu uppboðssøluni, meðan keypari rindar tann prís, hann hevur bjóðað, í tí opinu uppboðssøluni.

-  Við at royna hesar ymsu hættirnar, verður gjørligt at meta um fyrimunir og vansar í mun til høvuðsendamálið við royndunum, sigur Høgni Hoydal.

Fiskamarknaður Føroya skal standa fyri opnu uppboðssøluni. Vørn fær til uppgávu at skipa fyri uppboðssøluni við afturlætnum boði. Kunngerðin ásetir ymsar reglur fyri uppboðssølunum.

Meira langlesnaður