Tvey nýggj nøvn á Summarfestivalin

2016-06-23 10:22 Author image
Jákup Højgaard

Summarfestivalurin kunngjørdi í dag tvey nýggj nøvn, sum koma at spæla á Vágsbøi í august. 

Kendi norski indie-pop bólkurin Highasakite, við kenda lagnum Someone who’ll get it, leggur leiðina framvið Vágsbøi, áðrenn teir skulu á konsertferð í USA. 

Ein gamal kenningur í Klaksvík vitjar eisini aftur. Tað er nemliga Brian McFadden, ið spældi á festivalinum í 2005, sum hesuferð kemur við nýggja bólkinum Boyzlife. Tað eru teir báðir Brian McFadden úr Westlife og Keith Duffy úr Boyzone, sum hava stovna bólk saman og koma at spæla kend løg hjá báðum bólkunum. 


HighasaKite og Boyzlife spæla saman við millum annað Cliff Richard og Hermes House Band á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.  

  

   

placeholder

Meira langlesnaður