Tvey prosent minni av botnfiski komu upp á land

Tvey prosent minni av botnfiski komu upp á land

2017-06-21 15:13 Author image
Leif Láadal

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár komu samanlagt 22.753 tons av botnfiski upp á land í Føroyum. Hetta er ein minking upp á 2 prosent, ella 577 tons, í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í avreiðingarvirði minkaði botnfiskurin við nærum 20 milliónum krónum, upplýsir Hagstova Føroya, sum hevur dagført Hagtalsgrunn sín.

Nøgdirnar av flatfiski minkaðu enn meira. Frá januar til og við mai í fjør komu 2.015 tons av flatfiski upp á land, meðan nøgdirnar í ár hesar fimm mánaðirnar vóru 1.772 tons. Hetta er ein minking upp á heili 12 prosent og yvir 12 milliónir krónur í avreiðingarvirði.

Niðanfyri sæst samlaða yvirlitið yvir nøgdir og høvuðsbólkar frá januar til mai árini 2016 og 2017.

placeholder

Meira langlesnaður