MEST: Tvær tvíkiljur afturat til Bakkafrost

2017-03-01 17:03 Author image
Sigmund Vang

MEST hevur seinastu mánaðirnar staðið fyri bygging av tveimum tvíkiljum til Bakkafrost. Tann fyrra varð latin í februar og tann seinna verður latin um miðjan mars. Alt arbeiðið er gjørt í Føroyum – eisini skrokkurin. Báðar tvíkiljurnar eru latnar til avtalaða tíð.

- Tann nýggja tvíkiljan Miðvík hevur roynst væl og hevur ligið serliga væl í sjónum – eisini í vánaligum veðri, sigur Jón Purkhús, deildarleiðari fyri aliøkið norður hjá Bakkafrost.

Tær nýggju tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 111 og 112 hjá MEST, eru ávikavist 15 metrar long og 7 metrar breið og 14 m long og 6 metrar breið. Tær verða útgjørdar við MELCAL kranum og ávikavist 450 HK og 370 HK høvuðsmoturum, einum 70 kW hjálpimotori og 15 og 10 tons deksspølum. Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

- Aftaná at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar, eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvær tvíkiljur afturat. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk, og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

  

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður