Tvøroyri fær gagn av virkseminum

2016-06-09 14:54 Author image
Dimma

Tað gongur væl á Tvøroyri og virksemið er stórt. Hetta sæst eisini aftur í roknskapinum fyri 2015. Inntøkurnar frá persónsskattinum eru væl meiri enn roknað varð við, og skuldin er nú eisini trygt undir tí einu álíkningini.

Tvøroyrar kommuna samtykti roknskapin fyri 2015 í gjár.

Í fíggjarætlanini fyri 2015 varð roknað við einum avlopi á 10,4 mió. Ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 16,06 mió, sum er 5,66 mió meira enn væntað. Samlaði raksturin av kommununi kostaði 55,89 mió í 2015 og tað er 1,5 mió minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2015.

Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 2,07 mió. í 2015, men roknskapurin vísir, at gjørdar vóru íløgur fyri 1,92 mió. Tað mesta av hesum er brúkt til Tvøroyrar Havn.

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu í 2015 vóru 3,97 mió hægri enn væntað. Roknað var við 69,9 mió í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vóru 73,87 mió. Inntøkan av persónsskatti var 59,65 mió og er hetta 3,25 mió meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2015.

Kommunan hevur í 2015 goldið 9,6 mió. í avdráttum og var nettoskuldin hjá kommununi við árslok komin niður á 0,77 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon góðar 8 álíkningar.

- Framgongdin í kommununi seinastu árini hevur ført við sær, at býráðið í 2016 hevur lækkað skattaprosentið við 1,05% og eisini lækkað gjøldini á barnaansingarøkinum munandi. Kommunan hevur eisini ætlanir um fleiri íløgur í 2016. Ein av hesum íløgum er gjørd seinastu vikurnar, tá høvuðsvegurin úr Trongisvági út til gamla grótbrotið er vorðin asfalteraður, sigur Tvøroyar kommuna í tíðindaskrivi.

placeholder

Meira langlesnaður