Tvøroyar kommuna: Hall vent til stórt avlop

Savnsmynd

Tvøroyar kommuna: Hall vent til stórt avlop

2017-05-19 11:31 Author image
Leif Láadal

Tað var hugaligt hjá Tvøroyrar Býráð at samtykkja roknskapin fyri 2016 á býráðsfundi 18. mai. Kommunan hevði roknað við einum halli upp á 4,4 milliónir krómur, men nú roknskapurin var til viðgerð, vístu tølini hinvegin eitt avlop upp á 7,3 milliónir krónur.

Tvøroyrar Býráð sigur í skrivi sent miðlunum, at mett varð frammanundan, at kommunan fór at hava knappar 70 milliónir krónur samanlagt í inntøkum í 2016, men inntøkurnar blivu heilar 77,3 milliónir krónur.

Inntøkurnar av persónsskatti vóru 62,7 milliónir krónur, harav 2,9 milliónir krónur komu frá partafelagsskatti. Hetta eru 7,57 milliónir krónur meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016.

- Framgongdin í Tvøroyrar kommunu seinastu árini hevur havt við sær, at Býráðið í 2016 lækkaði skattaprosentið við 1,05 og aftur í 2017 hevur lækkað skattaprosentið við 0,55 soleiðis at skattaprosentið í Tvøroyrar kommunu nú er komið niður á 21,9. Harumframt hevur góða gongdin í kommununi havt við sær, at gjøldini á barnaansingar-økinum og frítíðarskúlanum nú eru soleiðis háttað, at hjá foreldrum, sum hava meira enn tvey børn í ansingarskipanini, verða triðja og eftirfylgjandi børn ansaði ókeypis, sigur kommunan.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður