Nú búgva 1731 fólk í Tvøroyrar kommunu

2017-02-09 10:03 Author image
Sigmund Vang

Feskastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum vísa, at 6. februar 2017 búðu 1731 fólk í Tvøroyrar Kommunu í mun til 1694 tann 1. januar 2016.

Sostatt er kommunan vaksin við 37 borgarum. 17 børn eru fødd í kommununi, meðan 10 fólk eru deyð. Burðaravlopið er sostatt 7. Fráflytingin er 104, meðan tilflytingin er 134, eitt avlop uppá 30, upplýsir Tvøroyrar kommuna.

Taka vit bygdirnar í Tvøroyrar Kommunu fyri seg, síggja tølini soleiðis út:

Froðba 1/1-16                         292                              6/2-17   282

Trongisvágur 1/1-16               494                              6/2-17   507        

Tvøroyri 1/1-16                       818                              6/2-17   848

Ørðavík 1/1-16                        31                               6/2-17   33

Ørðavíkarlíð 1/1-16                 59                                6/2-17   61

  

  

placeholder

Meira langlesnaður