Tykisheimur í SMS

2016-07-14 10:04 Author image
Jákup Højgaard

Í komandi viku verður møguligt at uppliva Føroyar á ein øðrvísi hátt. Á torginum í SMS verður møguligt at royna nýggjastu tøknina innan Virtual Reality - ella tykisheim. 

Við serstøkum brillum ber til at ferðast inn í ein heim, ið gevur eina kenslu av, at tú í veruleikanum ert á staðnum, tú sært. 

Tað er Khora VR, ein av heimsins fremstu fyritøkum innan tøknina, sum kemur at hava framsýningina. Á tiltakinum Tykisheimur, verður møguligt at uppliva Føroyar í 360 stigum í báti, tyrlu ella við at síga í bjørgunum. 

Tykisheimur verður á torginum í SMS frá 18.-23. juli og er ókeypis.

   

placeholder

Meira langlesnaður