Unglingalandsliðið í badminton til Danish Junior Open

2016-05-13 22:10 Author image
Dimma

Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia  og Føroyum.

Hetta er fimta árið á rað, at Føroyar eru við.

Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur valt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open.

Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar á middegi týsdagin.

Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:

U13: Adhya Nandi, HBF – Miriam í Grótinum, HBF – Hans Elttør, KBF

U15: Mona Rasmusdóttir, ÍF – Jensa Tórolvdóttir, ÍF – Sissal Thomsen, HBF – Lena Maria Joensen, KBF – Ari M. Jacobsen, KBF – Ari Nandy, MBF – Árant á Mýrini, MBF – Jónas Djurhuus, HBF – Rúni Øster, HBF

U17/19: Gunnva Jacobsen, HBF – Dann Fróðason, MBF – Bartal Poulsen, VÍF - Rani í Bø, KBF – Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF – Magnus Dal-Christiansen, HBF

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður