U18-landsliðið vann bronsu í EM-kapping í Bulgaria

2016-08-21 23:00 Author image
Dimma

Talan er um eina EM-kapping í Bulgaria, har 11 lond hava kappast. Liðini vóru býtt í tveir bólkar, og av tí at Føroyar og Makedonia endaðu á hvør sínum 2. plássi, skuldu liðini spæla um bronsuna.

Dysturin í dag gjørdist ein sannur gysari, tí farast mátti út í brotskastkapping fyri at finna vinnaran. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29; hálvleiksstøðan var 16-15 til Makedonia.

Liðini fylgdust stórt sæð allan dystin. HSF skrivar, at føroyska liðið spældi ein góðan fyrrahálvleik. Í seinna hálvleiki mansvardu makedonar okkara Brand Halgirson frá byrjan, og tað skapti nakað av órógv frá miðjum seinna hálvleiki. Makedonia fór framum, men megnaði ikki veruliga at skelka Føroyar, sum hekk í til tað síðsta. Bartal Klein Olsen skoraði upp á brotskast í síðsta minutti og javnaði til endaliga úrslitið. Uni Petersen í málinum gjørdi eisini stóran mun síðstu løtuna. 

Farið varð beinleiðis til brotskøst, har okkara skoraðu 4, meðan Makedonia skoraði 3, so at dysturin endaði 33-32 til Føroyar. 

Tróndur Wardum gjørdist dagsins leikari hjá føroying; hann gjørdist eisini toppskorari av høgra vongi við 8 málum.

Sigast má, at tað er eitt satt bragd av føroyska U18-liðnum, sum mentist nógv gjøgnum kappingina. Dimma.fo ynskir hjartaliga til lukku.

Málskjúttar í dag: Tróndur Wardum 8 (1), Ólavur av Fløtum Mittún 6, Bartal Klein Olsen 7 (4), Rani Højgaard 5 (1), Brandur Halgirson 3, Jónsvein Dulavík Joensen 2, Kaj Johannesen 1, Jóni Guttesen Viderø 1 (1)


Hetta er fyrstu ferð EHF roynir nýggja kappingarleistin, har liðini leika í "deildum". Liðini, sum eru styrkismett millum 16 tey bestu spæla um EM í Kroatia. Restin av liðunum kappast um at flyta upp millum 16 tey bestu, tá ið hesin árgangur er blivin til U20. Fýra pláss eru at kappast um og spæla 11 lið í Bulgaria, 8 í Litava og 8 í Georgia um hesi plássini. Føroyar verða ikki millum tey ovastu 4 tilsamans, men hevur endaliga støðan nógv at siga í mun til styrkismeting til næstu U18 og U20 kapping.

placeholder

Meira langlesnaður