Fótbóltur: U21 tapti stórt

2016-06-02 20:30 Author image
Dimma

Tað bleiv ein avsmurningur til føroyska U21-landsliðið í mansfótbólti, sum spældi móti Finnlandi á Tórsvølli í kvøld. Finnland vann 6-1, hálvleiksstøðan var 4-1.

Hákun Edmundsson javnaði annars fyri Føroyar, tá ið ein góður hálvur tími var farin, men síðstu løtuna fyri steðgin gekk heilt galið, og Finnland skoraði trý mál. Í øðrum hálvleiki komu tvey mál afturat, tað síðsta var føroyskt sjálvmál.

Føroyski landsliðsvenjarin Bill McLeod Jacobsen harmast um, at so nógv mál fóru inn.

- Tað er skomm at tapa 6-1 á heimavølli, men eg haldi, at tað í uppspælinum í løtum var okkurt gott at síggja. Í verjupartinum gekk ikki væl. Finlendingar fóru alt ov lætt ígjøgnum verjuna, og tað er sera harmiligt, sigur Bill Jacobsen við in.fo í kvøld.

placeholder

Meira langlesnaður