Ull-órudd á landsvegi

2016-07-15 13:28 Author image
Dimma

Løgreglan fekk fráboðan um hetta, men tá komið var á leiðina, var tað mesta eftir øllum at døma tikið uppaftur.

Sambært vakthavandi á politistøðini er tað brot á ferðslulógina, um tilfar dettur av einum lastbili ella úr viðheftisvogni, tí tað ikki er nóg væl surrað. Verður tað ikki tikið uppaftur er harumframt eisini brot á umhvørvisverndarlógina.

Sum skilst á vakthavandi er tað ikki nakar stórur trupulleiki við burturkasti og øðrum, sum dettur úr lasbilum og viðfestisvognum, og soleiðis verður til ampa fyri ferðsluna. Ringast er tó við vegir, sum føra til brennistøðir og endurnýtslustøð.

placeholder

Meira langlesnaður