Ummæli: At bíða eftir kærleikanum

Ummæli: At bíða eftir kærleikanum

2017-07-17 14:35 Author image
Jógvan Isaksen

Óendaliga vera eftir Marjun Syderbø Kjelnæs er ein stak áhugaverd og snildisliga uppbygd skaldsøga.

Skapanarsøgan ekkóar í teimum fyrstu orðunum í skaldsøguni  Óendaliga vera: "Í fyrstuni skrivaði eg navnið hjá mær við lítlum: leon". Tann bíbilski dámurin heldur fram í teimum næstu reglunum, har tað verður fortalt, at hetta er fyri at skilja ímillum annað av frásøgufólkunnum og abba hansara, sum verður umrøddur sum "Hann" við stórum byrjanarstavi. Eitt slag av umboði fyri várharra á fold. Abbasonurin hevur fyri langari tíð síðani funnið út av, at hann ongantíð verður til nakað í mun til abban: "Eg eri leon við lítlum, ein 52 ára gamal postmaður. Ein dagur fyri og annar eftir tekur leysliga í hondina á mær og leiðir meg seigliga móti kvøldi". Aftrat hesumum hevur hann diagnosuna: bipolar. So er pallurin líkasum settur.

leon er á veg norður til Klaksvíkar at vitja Veru, sum liggur á røktarheimi eftir blóðtøppar og ikki fær tosað. Hesi bæði skiftast ígjøgnum alla skaldsøguna um at siga frá. Brot fyri brot verður nú søgan hjá hesum báðum og einhelst Veru, sum má sigast at vera høvuðspersónur, avdúkað fyri lesaranum. Frásøgnin gongur bæði fyri seg í dag og fyri einum hálvthundrað árum síðani og flytir seg javnan ímillum nú og tá. Lesarin kennir so dánt endastøðuna og fær nú spakaliga søguna frá byrjan, men alla tíðina við nútíðarbrotum skotnum uppímillum. Hesin frásøguháttur skapar ein spenning, vekir eitt forvitni í lesaranum, ið fær hann at skunda sær fram á leið, so svar fæst upp á teir mongu spurningarnar.

Ein lítil, avbyrgd bygd einastaðni í Norðuroyggjum er upprunaheimurin hjá teimum flestu persónunum í skaldsøguni. Vera hoyrir av fyrstan tíð til kirkjufólkið, men er longu sum genta forelskað í tí 24 ára eldra Leon, sum umframt at vera útróðrarmaður er predikantur hjá eini vekingarrørslu. Akkurát kærleikin hjá Veru til tann eldra mannin ger, at hon ferð eftir ferð svíkir sína egnu familju, tí hon vil ikki vera Leon upp á tvørs. Útlitini, at hon nakrantíð skal gerast kona Leon eru ikki góð, tí hann er giftur heilsuveikari konu og eigur dóttur. Skaldsøgan sigur frá persónum, sum fegnir vilja eitt, men hava ilt við at fremja tað. Tey eru øll onkursvegna læst føst í einum leikluti, sum tey ikki duga at koma burturúr. Tá ið hetta so aftrat er sett inn í ein karm av trúgv, sum hellur til at skoða tilveruna í svørtum og hvítum, verður tað ikki lættari. Innast inni vilja vit øll hvørjum øðrum tað besta, men vit hava ilt við at røkka út um okkum sjálvi. Vit hava øll lyndi til at fara skeiv av hvørjum øðrum. Ikki tí at vit vilja øðrum ilt, men tí at vit ikki vita betur. Tá ið vit at enda finna útav, at vit kanska áttu at havt borið okkum øðrvísi at, er mangan ov seint, lívið er farið.

Tað mesta í bygdini er stirnað, men so kemur beiggi Veru úr Grønlandi við konuni Ivalu, sum er eitt livandi natúrmenniskja, ið øll gerast góð við. Tíverri verður Ivalu longu ung heilaskadd, maðurin rýmir út í verðina at sigla, og tann tólv ára gamla dóttirin Louisa skal veksa upp hjá Veru. Hendan lovar beiggjanum, at einki av tí átrúnaðarliga skal trúttast niður í dóttrina, men Vera heldur tað ikki. Louisa gerst eitt offur í bardaganum ímillum trúarvald og opið, livandi lív. Pápin hevur lisið fyri henni úr

bókini Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen, so at dóttirin ikki skal fáa sína tilverufatan bronglaða av trúgv. Hann vil, at hon skal taka líka natúrliga við lívinum sum grønlendska mamman. Einsamøll, uttan mammu og pápa og við eini Veru, sum brennir hennara bøkur, tí tær ikki eru í tráð við Bíbliuna, megnar hon tað ikki. Seinni rýmir hon út í heim, men hevur altíð "Tornið við heimsins enda" hjá sær sum eitt slag av leiðistjørnu og mótvekt ímóti tí dømandi Bíbliuni.

Tilveran er í "Óendaliga vera" ein long bíðing, sum í fyrstu atløgu tykist at vera eftir deyðanum, men spakuliga kemur tað fram, at bíðingin er eftir kærleikanum. Longu á einum av teimum fyrstu síðunum hevur lesarin fingið eina ábending um tað, har reglur úr sanginum The Waiting hjá Terry and the Heartbreakers verða endurgivnar. Hetta kemur eisini fyri fleiri ferðir seinni, og hyggur tú at tekstinum í sanginum, so er jagstranin eftir kærleika nettupp ikki ein jagstran, men bíðing.

leon, sum í fleiri ár las til lækna, men kollsigldi m.a. av kærleiksávum, sigur ferð eftir ferð, at hann bíðar. Hvørjum hann bíðar eftir, nevnir hann ikki, og lýsingin av honum kann tí sigast at rógva eitt sindur fram undir leikin hjá Samuel Beckett Vit bíða eftir Godot. Leikurin kann tulkast upp á fleiri mátar, men ein er, at so leingi tú bíðar, ert tú til.

Lesarin fær hug at illneitast inn á hesi fólkini, sum eru so virkislamd? Vera fær somuleiðis hendan lesaran at hugsa um Stive Stine í søgusavninum Laterna Magica eftir William Heinesen. Stive Stine bíðar eftir dronginum hjá sær, og langt aftaná, at hann er bæði horvin út í heim og deyður, heldur hon á við at bíða. Næstan soleiðis bíðar Vera, men bara næstan. Hóast hon í fyrstuni hevur valt sín leiklut, so kemur lagnan seinni upp í leikin og sær til, at hon kemur at liggja á song. Men har Stive Stine er fullkomiliga tóm, bara bíðar, so er ein longsul í Veru, sálin er ikki køvd.

Í endanum á Óendaliga vera, hvørs tittul kann lesast upp á meiri enn ein máta, hómast glottar av vón fyri framman. Tað tykist ikki longur óhugsandi, at tann lamna Vera kann koma fyri seg, í hvussu er fyri ein part. At hon og tann holli vinurin leon, sum eisini spakuliga fær nakað á skaftið, kortini hava eitt slag av framtíð. At tey ikki bæði bara eru dømd at bíða.

Marjun Syderbø Kjelnæs vann við Óendaliga vera Føroysku Bókhandlara­virðislønina 2015, og í tí er einki løgið, tí hon hevur við hesi bókini skrivað eina bæði áhugaverda, spennandi og snildisliga bygda skaldsøgu. Eftir mínum tykki tann higartil besta bókin hjá henni.


Marjun Syderbø Kjelnæs: Óendaliga vera. Perma: Høgni Egholm Magnussen. BFL 310 bls.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður