Unga Tjóðveldið vil ikki hava oljuleiting við Føroyar

2017-03-02 09:05 Author image
Sigmund Vang

- Vit vilja staðiliga heita á landsstýrismannin í vinnumálum, Poul Michelsen, at taka uppskotið um 4. útbýtingarumfar aftur, soleiðis at vit steðga oljuleitingini.

Soleiðis skrivar leiðslan í Unga Tjóðveldið í einari almennari fráboðan.

Sum grundgeving fyri hesi áheitan, skriva tey millujm annað:

- Vit verða áhaldandi ávarað um upphiting av jørðini, náttúrutýningar og hvørjar avleiðingar okkara lívstílur hevur fyri umhvørvið. Nú skulu vit til at føra veruligan umhvørvis politikk. Oljuleitingar og tungoljuorkuverk hoyra fortíðini til fyri øll heimsins lond og eisini Føroyar.
Nýggja samgongan skrivaði undir samgonguskjalið 14. september í 2015. Um umhvørvið ljóðaðu føgru orðini:
- Umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku.

Unga Tjóðveldið vísir á, at tað ikki hongur saman, tá tikið verður undir við veðurlagsavtaluni COP21, og samstundis leita eftir nýggjum oljuleiðum:
- Tað er líkt til, at talan bert er um føgur orð. Meðan alt ov lítið er hent á umhvørvisøkinum, er eitt av fyrstu umhvørvisátøkunum at seta 4. útbjóðingarumfar í gongd, har feløg kunnu senda umsókn inn fyri at leita eftir olju á føroyska landgrunninum. Aftrat hesum skal tað eisini gerast lættari og smidligari hjá feløgunum at leita.
Føroyar samtyktu í fjør veðurlagsavtaluna COP21 í Paris saman við 194 øðrum londum, og avtaluna skulu vit halda. Hetta merkir, at vit ikki eingongd kunnu brenna oljugoymslur, vit kenna í dag, tí so fer CO2 útlátið væl útum markið, um vit skulu halda málinum, at jørðin ikki skal hitna meir enn 1,5°C. Vit mugu tí gevast at leita eftir nýggjum oljukeldum.

- Føroyar skulu heldur ganga eina heilt aðra leið. Vit hava sum tjóð gylta møguleikan at gerast undangongu land innan grøna orku og umhvørvispolitikk. Latið ikki hendan møguleikan fara til spillis, sigur Unga Tjóðveldið og leggur afturat:
- Ein góður umhvørvispolitikkur leitar ikki eftir stuttskygdum vinningum, men eftir varandi loysnum, sum koma umhvørvinum, okkum og eftirkomarum til gagns.
Ein góður umhvørvis- og orkupolitikkur leggur orkuna og pengar í grønar loysnir. Hetta er vegurin fram, og hetta er leiðin, vit skulu ganga.

 

 

  

placeholder

Meira langlesnaður