Næsta stevið

2016-05-07 09:54 Author image
Dimma

Endiliga veittraðu ælabogalittu fløggini í húnar hátti, tá tey fyri kortum kundi lýsast javnlík við alra vesturheimsins ælabogalitt fløgg – ein varði varð náddur á javnrættindarleið. Men tó er enn ein lýsandi varði fyri framman, og hesin er javnrættindavarði alra Føroyinga! Tí í alheimssamfelaginum eru Føroyingar mismunagjørdir, og eru vit ikki so frægt komin har til, at vit av sonnum kunnu siga, at vit hava ognarrætt á hesum oyggjum ella á okkum sjálvum. Ikki so,  allir bati bøtur; vit eru nú javnari í ójavnanum innan ytstu tangarnar. Men hvat veruligt frælsi fáa vit øll, tá vit javnseta einstakar samfelagslimir, og samfelagsbólkar, men ikki okkum sjálvi, og lata samfelagið alt groypast at tungum útlendskum leinkjum? 


Vit kunnu ikki av sonnum rópa okkum jøvn, tá Merkið okkara ikki veittrar ájavnt við onnur fløgg, tá mál okkara ikki eigur javnan heimarætt sum onnur mál í øðrum londum, ella tá vit sum tjóð ikki frælst kunnu luttakað á altjóða pallinum í øllum lutum sum javnsettur partur av heimssamfelagnum. At vinna okkum Føroyingum altjóða javnrættindi er evsta og harðasta stríð okkara, og er tað at hesum frælsismálið, varðarnir leiða okkum, og eigur tað nú at gerast okkara næsta stev fram. Nógv eru tey, ið hava gingið undan á hesari leið, men tíverri eru eisini tey, ið hava runnið undan allari ábyrgd, framgongd og satt at siga hava verið "andsstevið” í allari menning í landi okkara. Nokk á sama hátt sum myrkir trælir ikki mettu seg kunna vera sjálvveitandi, ella kvinnur, ið ikki mettu seg hava skil til at seta ein kross á ein pappírslepa. Og tað eru hesi, ið nú aftur vilja styrkja okkara leinkjur, so vit ikki sleppa úr stað, men standa sum ryssa yvir deyðum fyli, á beiti um eina rustaða spann, har vit onkuntíð av miskunn, fáa latið eitt sindur av vatnið í. Til tess at gagnnýta ríka tilfeingið okkara, ríku møguleikarnar í javnum altjóða samstarvið og vinna okkum fram til endan av javnrættindarleiðini, mugu vit tamba hesar ketur og takað næsta stevið. Og skulu afturhaldslintu landsmenn okkara ikki í skundi smíða okkum nýggjar ketur, mugu vit staðfesta evsta avgerðarrætt okkara í landi okkara við nýggari stjórnarskipan, og harvið gleiva um eina djúpa sambandsgjógv, og taka okkum longur fram á leiðini.

Ein tílíkur sigur, ið vunnin varð her fyri, hevði verið óhugsandi fyri 10 árum síðani. Men treiskni, físni og gott gongulag hevur broytt hugburð okkara. Og sama er við tjóðarjavnrættinum. Ótti, vantandi vitan og undirlutakenslur er tað, ið hugburður samríkismanna ber brá av, og afturhaldslyntur hugburður er einasta forðing fyri javnrætt okkara. Mentalar blokeringar eru í roynd og veru tað, ið yvirvøldin hevur smíðja leinkjur okkara úr, ið fjøtrað okkum í botn og halda okkum frá rúmum vinnurásum og frælsi.

Fyri 3,7% av btú,  sum svarar til uml. Ta árligu veiðuna hjá tveimum uppsjóvarskipum, selja vit okkara tjóðskap, samleika og møguleikar at menna fólk og land, so at rustaða spannin fær spillvatn sítt, og vit, heldur enn at njóta múgvandi møguleikar okkara, framhaldandi sleikja og suttla síðstu skarnsdroparnar. Tað eru hesar óttansketur, og tregatunga hugalag hjá summum føroyingum, ið forða fyri veruligari menning og frælsi og fyri at vit fáa okkara sjálvsøgdu javnrættindi í altjóða samfelagnum.

Skulu vit sleppa okkum úr hesu syndarligu støðu, ið vit halda okkum sjálvum í, mugu vit halda áfram at traðka javnrættindar rásina, ið leiðir at frælsi alra Føroyinga – hendan er loysingarleiðin; Bara við at slíta keturnar røkka vit hesum máli. Sum í einum góðum føroyskum dansi, tóku vit eitt stev aftur við undanfarnu sambandssamgonguni og hava vit nú tikið eitt stev fram – latum okkum eisini taka tað næsta!


Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður