Uppboðssølan er ov avmarkandi

2016-06-01 07:53 Author image
Dimma

Tað er ein ógvuliga avmarkað uppboðsøla, og tað er ein ógvuliga avmarkandi uppboðssøla.

Hetta sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í gjár kunngjørdi, hvussu royndaruppboðssølan í ár sær út.

Við Dag og Viku hjá Kringvarpinum sigur Jóannes Jacobsen, at tað er avmarkað, hvørjar royndir hendan royndaruppboðssølan fer at geva.

- Har eru so nógvar bindingar á, hvør sleppur at bjóða, og hvussu tú skal leggja til rættis tín fiskiskap, at tað er ógvuliga ringt at síggja, at man kann læra nakað serligt av hesari uppboðssøluni í mun til ta skipanina, vit skulu hava í 2018, sigur Jóannes Jacobsen.

Búskaparfrøðingurin sipar m.a. til, at tað bert eru fólk sum frammanundan eru í vinnuni, tað vil siga eiga eitt fiskifar við veiðuloyvi, ið sleppa at bjóða.

Spurningur er, hvør skal sleppa at veiða, og har mælir Jóannes Jacobsen til, at tað verður ein opin frí kapping, sum avger, hvør sleppur at bjóða upp á fiskatilfeingi.

- Man hevur gjørt sannlíkindini rættiliga stór fyri, at man ikki fær nakra kapping, sigur Jóannes Jacobsen við Kringvarpið

placeholder

Meira langlesnaður