Uppboðssølan klár í næstu viku

2016-06-30 13:23 Author image
Dimma

Kunngerðin um uppboðssøluna verður lýst 1. juli. Tann kunngerðin gevur heimild at fara undir sølurnar. Fráboðað verður fyrst í næstu viku, nær sølurnar vera, soleiðis at vinnan fær tíð at fyrireika seg.

Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri Kringvarpi Føroya.

Kunngerðin hevur verið til hoyringar. Nøkur hoyringssvar eru komin inn. Funnist hevur verið at tí, at talan bæði verður um afturlætna og opna uppboðssølu. Býtið millum fiskasløgini hevur eisini elvt til viðmerkingar. Og atfinningar eru eisini komnar um fíggingina.

Nakrar tillagingar eru gjørdar. 2000 tons av makreli eru komnar afturat í afturlatnu søluna, og tað er eisini gjørd ein roynd at gera fíggingina lagaligari. Men hildið verður fast um, at tað verða tvey sløg av uppboðssølu, ein opin og ein afturlatin.

Fiskamarknaður Føroyar tekur sær av opnu uppboðssøluni, og Vørn tekur sær av afturlatnu søluni. Royndaruppboðssølan fevnir nú – eftir tillagingina - um tilsamans 20.000 tons av svartkjafti, 11.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í Barentshavinum.

Ætlanin hjá Høgna Hoydal var, at uppboðssølan skuldi vera klár um hálvan juni, ella í seinnu helvt av juni, men tað er drigið nakað út, og í næstu viku fæst so ein fráboðan um, nær sølurnar vera.

  

  

Meira langlesnaður