Upphiting: Bústaðir skunda sær spakuliga

2016-05-10 14:40 Author image
Sigmund Vang

- Hjá okkum er tað fyri so vítt ein matematiskur spurningur. Tað, sum tað kostar at byggja, verður brúkt til útrokning av húsaleigu, sigur Andras Róin, stjóri hjá Bústøðum við Dimmalætting.

Nógv arbeiði er í gongd hjá Bústøðum, men okkurt er eisini lagt til viks fyri fyrst. Andras Róin sigur, at tað eru tveir lutir, sum felagið arbeiðir við og hugsar um í løtuni. Fyri tað fyrsta, skal fígging finnast til komandi byggiverkætlanir, og tað arbeiði er í gongd, og gongur væl. Avtalur eru gjørdar við Fíggjarmálaráðið. Harnæst má hugsast um at fáa bygt bygningarnar fyri ein fermetrarprís, sum ger leiguíbúðirnar liviligar, um mann so kann siga.

- Vit hava ein langan bíðilista, og øll eru áhugað í at leiga fyri ein rímiligan prís, so tí ber ikki til at byggja fyri fermetrarprísir, sum hava við sær, at fólk ikki hava ráð ella hug at leiga frá okkum. Men at finna hesa javnvág kann vera torført, tá prísurin fyri at byggja, hækkar nógv, sigur Andras Róin.


20.000 krónur fyri fermeturin

Tá Bústaðir byrjaði sítt virksemi fyri fýra árum síðani, kláraði felagið at fáa tilboð inn, sum høvdu við sær, at fermetrarprísurin lá millum 12.000 og 16.000 krónur, tá byggingin var liðug. Men hesin prísur er ikki til i dag. Upp á fýra ár er prísurin hækkaður somikið, at Bústaðir í dag skulu av við millum 16.000 og 20.000 krónur fermeturin.

- Við 2000 limum í felagnum eru vit noydd til at hava eitt ávíst virksemi alla tíðina, men tað er eingin loyna, at vit skunda okkum spakuliga fyri tíðina, so trýstið á arbeiðsmarknaðin ikki verður enn størri av okkara áðum, sigur Andras Róin.


Lesið eisini: Húsaprísirnir nærkast metinum

 

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður