Umleið 300 uppihaldsloyvi latin árliga

2017-03-30 08:13 Author image
Sigmund Vang

Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um útlendingamál í Føroyum. Tí bað fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, Magni Arge, herfyri útlendingamálaráðharran, Inger Støjberg, koma við upplýsingum, sum vísa hvussu støðan er á økinum í Føroyum. Magni Arge bað útlendingamálaráðharran upplýsa, hvussu nógvar umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum komu inn í ávikavist 2014, 2015 og 2016, hvussu nógvar umsóknir vórðu gingnar á møti og hvussu nógvar vórðu havnaðar.

Svarið frá Inger Støjberg, útlendingamálaráðharra, vísir at í 2014, 2015 og 2016 fingu danskir myndugleikar ávikavist 415, 354 og 362 umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tá Magni Arge setti spurningin til útlendingaráðharran, varð samstundis biðið um at fáa tølini útgreinað eftir hvat slag av umsókn, talan var um, og eisini hvussu nógvar umsóknir vórðu ávikavist gingnar á møti og havnaðar. Talið á innkomnum umsóknum hongur ikki ár fyri ár saman við hesum tali, tá umsókn kann verða komin inn í 2014 og liðugt viðgjørd í 2015.

Her svarar útlendingamálaráðharrin, at meðan talið á góðkendum umsóknum liggur javnt um 300 umsóknir, so er talið á havnaðum umsóknum fallið nógv, úr 88 niður í 15 umsóknir.

Hetta hongur beinleiðis saman við, at meginparturin av havnaðu umsóknunum í 2014 eru umsóknir um arbeiðsloyvi, og at Vinnumálaráðið tann 11. desember 2014 boðaði frá, at arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 %. Hetta merkir at tað í løtuni ikki krav, at ES-borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloysi í Føroyum, men tá arbeiðsloysið í tríggjar fylgjandi mánaðir hevur verið omanfyri 3,5 %, er tað aftur bert faklærd arbeiðsmegi innan byggivinnuna, sum kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir tí smidligu góðkenningarskipanini.

Meira langlesnaður