Uppruddarin í Vinnuframgrunninum leggur frá sær

Regin Dalsgaard (Mynd: Sigmund Vang)

Uppruddarin í Vinnuframgrunninum leggur frá sær

2017-08-12 15:41 Author image
Leif Láadal

Sum bert 25 ára gamal tók hann við sum formaður í Vinnuframagrunninum, eftir at grunnurin hevði verið fyri ávísum atfinningum. Átta eru liðin síðani tá, og umframt at rudda upp, hevur Regin Weihe Dalsgaard eisini verið ein av høvuðsleikarunum í arbeiðinum við at fáa sett á stovn eitt granskingarsetur. - Ein spennandi, men samstundis hørð tíð, men nú eg skal leggja frá mær, eri eg nøgdur við tað, sum er komið burturúr hesi árini, sigur Regin W. Dalsgaard.

- Her heldur tað fjórða beinið til, eftir at vit upprunaliga byrjaðu við DNA, evnafrøði og biotøkni, sigur Regin W. Dalsgaard og peikar rundanum seg inni í stóra rúminum, har renniband, kondisúkkla og onnur útgerð, sum skal til, tá ein skal granska í mannlívvirkisfrøði, sum tað so fínt eitur, tá vit tosa um fysiologi, heldur til.

Vit eru stødd á granskingarsetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51. Nógv kenna bygningin, sum tað stað, har tann fyrsta sølubúðin hjá Rúsdrekkasøluni læt upp, men bygningurin var í 2009 í somikið ringum standi - millum annað varð staðfestur soppur - at Rúsdrekkasølan valdi at finna sær onnur hølir. Vinnuframagrunninum átti eisini bygningin, tá Rúsan var har, so eftir at akvavitt- og ølfløskurnar tóku til rýmingar, spretti hugskotið um at fara í holt við eina størri umvæling, so eitt granskingarsetur kundi lata upp. Fýra ár seinni - í mai 2013 - var klárt at flyta inn. Stóri bygningurin varð umvældur fyri 13 milliónir krónur og fyrsta floks granskingarútgerð fyri knappar sjey milliónir, varð sett inn.

Lesið meira í blaðnum

placeholder

Meira langlesnaður