Úr leyvuholuni til Føroya á Vinnudag

Tommy Ahlers, mitt á myndini, er kendur danskur vinnulívsmaður, sum millum annað hevur luttikið í sendingini Løvens Hule. Mynd: DR/United Productions Aps

Úr leyvuholuni til Føroya á Vinnudag

2017-06-26 15:30 Author image
Leif Láadal

Vinnudagurin 2017 verður fríggjadagin 15. september, og aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um sjálvan Vinnudagin, upplýsir Vinnuhúsið.

Í ár vitjar Tommy Ahlers, íverkseti, sum gjørdist landskendur í Danmark í 2008, tá hann saman tveimum øðrum íverksetum seldi ZYP til Vodafone Europe fyri nærum 50 milliónir dollarar. Almenningurin kennir ivaleyst Tommy Ahlers best frá vælumtóktu sjónvarpsrøðini Løvens Hule. Í ár vitja eisini Walter Qvam, fyrrverandi forstjóri í Kongsberg og Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum. Harafturat hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag latið gjørt eina kanning av kappingarføri Føroya. Í løtuni verður síðsta hond løgd á hesa kanning, sum verður løgd fram á Vinnudegnum.

placeholder

Meira langlesnaður