Marathon í heimsins mest afturlatna landi

2016-05-23 19:00 Author image
Jógvan Samuelsen

- Eg havi fleiri ferðir ætlað mær at fara til Norðurkorea, og við Pyongyang Marathon stakst møguleikin upp. Tí valdi eg at melda til, og tað var ein heilt serlig uppliving.

Tað sigur 25 ára gamli Robin Dalbak Mikkelsen í telefonini úr norska høvuðsstaðnum, har hann býr og vanliga lesur mentan og leiðslu á handilsháskúlanum. Hetta seinasta árið hevur hann tó havt farloyvi fyri at ferðast, og millum annað hevur hann lagt leiðina til Portugal, Spania og Onglands.

Og so nú til norðurkoreanska høvuðsstaðin. Og Kina – og til Russlands á vegnum heimaftur.

Navnið er norskt, og hann tosar eisini norskt. Men hann er eisini føroyingur. Mamman er ættað úr Havn, og tí hevði hann ætlan um at renna við føroyska flagginum á búnanum. Hann fekk eina troyggju gjørda til endamálið, men tá hann kom á staðið, slapp hann ikki at brúka hana.

- Flaggið á troyggjuni var ov stórt, søgdu myndugleikarnir, sum skuldu góðkenna búnarnar áðrenn kappingina. Tað loysti eg við at renna í einari føroyskari landsliðstroyggju. Har er eisini eitt flagg seymað í kragan, men tað slapp gjøgnum nálareygað, greiðir Robin Dalbak Mikkelsen frá í telefonin.

Lukkað land

Men hvat í allari víðu verð fær ein ungan mann at fara til heimsins mest afturlatna land at renna marathon?

Tað eru nógvar mytur um landið, og í grundini vóru tað myturnar og propagandain, sum vóru orsøkin til, at Robin Dalbak Mikkelsen valdi at melda til.

- Vit lesa so nógv um Norðurkorea, men meginparturin – fyri ikki at siga alt – er propaganda. Bæði tað, sum vesturlendskir miðlar skriva, og tað, sum kemur úr Norðurkorea. Við at fara til Norðurkorea hevði eg sjálvur møguleika at gera nakrar eygleiðingar, um enn eg longu áðrenn var fullgreiður yvir, at vit ikki sluppu at ferðast frítt, greiðir hann frá.

Frítt var tað ikki, men tá tey ikki runnu, vóru tey útferðir. Frá klokkan 10 fyrrapart til klokkan 10 á kvøldi.

- Tað var eitt sindur serligt, tí tað var øgiliga týðiligt, at vit sluppu bara til tey støð, sum myndugleikarnir vildu hava, at vit skuldu síggja. Og vit vóru burtur í 12 tímar, so vit høvdu øgiliga langar dagar, sigur Robin Dalbak Mikkelsen.

Hann greiðir eisini frá, at tey alla tíðina vóru undir strongum eftirliti, og at tey eitt nú sluppu ikki at taka myndir av tí teimum lysti. Myndugleikarnir kanna telefon og myndatól, bæði tá fólk koma inn og tá tey fara avstað.

- Hava tey tá "ólógligar" myndir, so sletta tey við harðari hond, sigur hann og smáflennir.

 

Uppstillað

Sum nevnt sleppa útlendingar bara at síggja tað, sum myndugleikarnir vilja skal síggjast.

Ein av útferðunum hjá rennarunum til Pyongyang Marathon var ein túrur til ein skúla, sum sambært Robin Dalbak Mikkelsen í mesta lagi var eitt ára gamal. Men túrurin var ein rættiliga serlig uppliving.

- Hetta var ein risastórur skúli, sum heilt týðiliga als ikki var tikin í nýtslu. Har var bara tann eina floksstovan í nýtslu, og tað var tann sum vit vitjaðu. Restin var stongt. Men at tað var uppstillað var týðiligt fyri øll, tí har var næstan ein lærari fyri hvønn næming, og tey høvdu umstøður, sum børn í Noregi ikki hava. Millum annað spældu tey við fjarstýrdar bilar, greiðir hann frá.

Í heila tikið var tað mesta uppstillað, sum tey sluppu at síggja, tá tey vóru útferð. Tí var marathontúrurin í grundini ein áhugaverdur túrur.

- Tá var eg einsamallur og slapp at eygleiða, har eg rann. Hetta er eitt heilt serligt land, har alt er uppstillað, sjálvt áskoðararnir til kappingina, og kanska eisini ein partur av luttakarunum, sigur Robin Dalbak Mikkelsen.

Ein av stóru trupulleikunum hjá Norðurkorea, sum er eitt av heimsins fátækastu londum, og sum livir eina serliga afturlatna tilveru millum Kina øðrumegin og Suðurkorea hinumegin, er, at landinum tørvar harðan útlendskan valuta.

Tí skuldi alt gjaldast kontant – við kinverskum yuan, evrum ella amerikonskum dollarum.

- Luttøkugjaldið var 100 dollarar, og tað skuldi gjaldast við reiðum pengum. Eingin sjálvtøka er í landinum, og tí mást tú taka allan pening við tær inn í landið. Tað var einasti útvegur. Eisini, tá eg skuldi hava SIM-kort til fartelefonina. Útlendsk SIM-kort rigga ikki í Norðurkorea, so eg mátti keypa mær eitt lokalt kort. Tað kostaði 60 dollarar (umleið 400 DKK), og fyri tað kláraði eg at tosa í tveir minuttir við mammu, sigur Robin Dalbakk Mikkelsen.

 

"Vinnarin" varð snýttur

Hóast Robin Dalbak Mikkelsen er fullgreiður yvir, at hann ikki hevur sæð sonnu myndina av Norðurkorea, er hann kortini fegin um at hava verið har.
- Tað eri eg. Hetta er ikki eitt stað tú vanliga kemur og nú kann eg í øllum førum siga, at eg havi verið í Norðurkorea, og at eg við egnum eygum havi kunnað gjørt mær nakrar eygleiðingar av landinum. At tað er uppstillað, tað veit eg, sigur hann.

Tað var úrslitið av rennikappingini eftir øllum at døma. Og áskoðararnir, sum vóru um 40.000 í tali. Stadion hevur pláss til 150.000 fólk.

- Ja, tað er tað nokk eingin ivi um. Har var ein afrikanari, sum var væl fremst, men brádliga koyrdi bilurin sum koyrdi frammanfyri hann, og sum vísti honum vegin, so skeivt, at norðurkoreanin, sum var á øðrum plássi, slapp at renna fyrstur um mállinjuna og vinna kappingina. Eg var har ikki sjálvur, men tey sum eg tosaði við, sum høvdu sæð hendingina, vóru púra ivaleys um, at bilurin koyrdi skeivt við vilja, og at veruligi vinnarin var snýttur, greiðir Robin Dalbak Mikkelsen frá.

Fyri hann sjálvan gjørdist rennitúrurin í Norðurkorea eitt sindur serligur, tí hann kvetti nógvar minuttir av síni bestu tíð.

- Ja, eg rann teinin uppá tríggjar tímar og 46 minuttir, sum er nógv tann besta tíðin, eg havi runnið, sigur Robin Dalbak Mikkelsen.

 

Tórshavn Marathon næst á listanum

Eftir 10 daga langa túrin í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, legði Robin Dalbak Mikkelsen leiðina til kinverska høvuðsstaðin Beijing.
Haðani var kósin sett móti Vladivostok, har hann tók Transsibirisku jarnbreytina til Moskva, áðrenn hann síðan legði leiðina heimaftur til Oslo.

Hann var heima, tá ein lítil vika var farin av mei mánaði, men tað verður eingin steðgur í Oslo hesaferð. Hann er longu farin at fyrireika næstu kappingina, sum fyri hansara viðkomandi verður, tá Tórshavn Marathon fer av bakkastokki fyrst í næsta mánaði.

- Tað verður heilt øðrvísi aftur. Meira opið og leyst, sigur hann og flennir.
  
  

placeholder

Meira langlesnaður